Ein bilur av vegnum í morgun

Beint áðrenn klokkan átta fekk ringdi ein maður á løgreglustøðina í Havn og boðaði frá, at hann hevði koyrt út av.

 

Hann var staddur uppi á Oyggj, á strekkinum millum Hundsarabotn og Mjørkadal. Krapi var á vegnum, og í einum svingi var bilurin farin á glið.

 

Bilurin stóð hálvur á vegnum, hálvur uttan fyri, men bilførarin megnaði ikki at fáa hann upp á vegin aftur sjálvur, og valdi tí at ringja til løgregluna.

 

Bilførarin fekk ongan skaða, ei heldur fekk bilurin stórvegis skaða, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.