Ein bilførari fær klipp í koyrikortið

Í gjár skrivaði løgreglan eisini tvey mál, har bilførarar snakkaðu í handhildnari fartelefon.

Um døgurðatíð í gjár gjørdi løgreglan eitt málrættað átak á Glyvursvegnum á Argjum, har tey máldu ferð á bilum, sum koyrdu eftir vegnum.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur í morgun, at trý mál vórðu skrivað, har bilførarar vórðu máldir at koyra ávikavist 71, 73 og 76 kilometrar um tíman.

 

Roknað verður við, at mátingarnar kunnu hava eitt ávíst feilprosent, sum verður drigið frá tí, sum ferðmátarin vísir. 

 

- Hetta merkir, sigur vaktleiðarin í morgun, at bilførarin, sum í hesum førinum koyrdi skjótast - ella sambært mátingunum 76 kilometrar um tíman - fær klipp í koyrikortið.

 

Lagt verður aftrat, at tvey mál eisini vórðu skrivað í gjár, har bilførarar vórðu steðgaðir, tá teir snakkaðu í handhildnari fartelefon.

 

- Annað málið var í Havn og hitt í Eysturoy, leggur vaktleiðarin aftrat.