Í hjálparleyst orðaða brævinum fekk Olaf onga greiða fráboðan um, hví hann varð burturvístur. Burturvísing verður bert framd í serstøkum førum, og hevur við sær sera álvarsamar fylgjur fyri tann, ið verður burturvístur. Til dømis fær viðkomandi onga uppsagnarløn. Menniskjaliga er tað sjálvsagt ein dyggur smeitur at verða uppsagdur – enn verri at verða burturvístur.
At Jan Højgaard kemur sær at gera slíkt, er ófatiligt. Olaf hevur trúfast arbeitt fyri Fiskimannafelagið í ein mansaldur. Hann hevur altíð arbeitt samvitskufult og gjørt eftir viðtøkum felagsins. Fyrr – tá ið nógv var at gera í Fiskimannafelagnum – arbeiddi hann mangan til seint út á kvøldið, fyri at fáa ymiskt avgreitt til ásettu tíð. Olaf dugir so sera væl at skriva, og alt, ið hann fæst við, er væl úr hondum greitt.
Stundum eru lívsins brotasjógvar harðir. Í oktober 2004 gjørdist Olaf nýrasjúkur, og sama árið misti hann konu sína. Hóast herviligu sjúkuna hevur Olaf arbeitt hvønn dag, og síðani verið í dialysu eftir arbeiðstíð í 6 ár! Hetta er ikki hvørsmansføri, tí nýrasjúklingar eru ofta so illa fyri. Men fyri Olaf var arbeiðið lívsæðrin, og hann hevur gjørt eitt megnarverk í Fiskimannafelagnum øll hesi árini. Mangur maður man kenna Olaf frá skrivstovuni í Fiskimannafelagnum, har fólk vóru vælkomin inn á gólvið við tí, sum lá teimum á hjarta. Fólk eru skelkað av hesi beistagerð, Jan Højgaard hevur framt. Av ókendari orsøk skuldi Olaf burturvísast, hann skuldi fáa mønustingin. Ikki virdi Jan Højgaard hann nóg mikið til at geva honum uppsagnarløn heldur. Eg øtist, vamlist! Olaf átti at sloppið at arbeitt, til hann sjálvur valdi at siga upp. Hann hevur sanniliga uppiborið virðing eftir trúgva tænastu og dygdargott arbeiði í meira enn 35 ár.
At Jan Højgaard, ið bert var smádrongur, tá ið Olaf byrjaði at arbeiða í FF, kemur sær at fara soleiðis við einum av sínum fólkum, má vera tekin um, at manninum vantar nakrar grundleggjandi førleikar. Sjálvur er Jan Højgaard borin á lógvum. Hann hevur, um nakar, merkt til stórsinni og næstakærleika. Annars var hann ongantíð komin til formanssessin, tað er so sikkurt og vist.
Ver vísur í, Jan Højgaard, at tú fert at hoyra meira til hetta framyvir.