Ein beiskur biti at svølgja

ALS-GØLAN Nú nyttar einki at angra tað, vit hava gjørt, sigur Ingeborg Vinther, limur i stýrinum fyri ALS

- Eg ætli mær ikki at vaska hendur og renna undan ábyrgd, sjálvt um hetta var ein beiskur biti at svølgja.
Tað sigur Ingeborg Vinther.
Hon er limur í stýrinum fyri ALS og hevur rættiliga staðið fyri skotum, nú Ernst Jacobsen er farin frá sum stjóri, men kortini skal hava fulla løn í 14 mánaðir.
Tað hevur elvt til øsing, at pengarnir hjá arbeiðsleysum verða brúktir til at forgylla ein stjóra, sum fer frá.
Men Ingeborg Vinther sigur, at hon stendur við tað, hon hevur gjørt.
- Eg havi gjørt tað, eg helt gagnaði ALS best og tað standi eg við, sigur hon.

Ikki rætt
Hon heldur, at nú nyttar onki at vaska hendur og siga, at tey angra, at tey hava skrivað undir.
Onkur hevur ført fram, at tey mestsum føldi seg tvingað at skriva undir, tí siðvenja er, at stýrið fyri ALS er samt um tær avgerðir, sum verða tiknar.
- Hetta er er heilt einfalt ikki rætt. Tað eru mong dømi um, at stýrið í ALS hevur verið ósamt. Tað eru eisini dømi um, at minnilutar í stýrinum hava havt síni egnu tilmæli um ymisk viðurskifti og tað eru somuleiðis dømi um, at ósemjur ímillum stýrislimir eru feld í gerðarbókina hjá ALS.
Ingeborg Vinther staðfestir, at ongin stýrislimur varð trýstur til at skriva undir fráfaringaravtaluna við stjóran.
- Lat meg leggja dent á, at vit eru øll vaksin fólk og vit hava øll okkara fría vilja. Var tað so, at fráfaringaravtalan beyð summum stýrislimum so hart ímóti, sum tey nú siga aftaná, kundu tey bara havt latið vera við at skriva undir.
Kann verða dýrt

Kortini ásannar Ingeborg Vinther, at sum fakfelagsfólk var hetta ein beiskur biti hjá henni at svølgja.
Men eg gjørdi tað, tí eg eri sannførd um, at tað er hetta, sum tænir ALS best
- Tað er als ikki ókent, at tað kostar at sleppa av við ein stjóra.
- Ernst Jacobsen hevur ikki gjørt nakað ólógligt, ella stolið úr kassanum.
- Hevði hann tað, kundi hann verðið uppsagdur upp á standandi fót.
Ingeborg Vinther staðfestir, at tað kann vera dýrt at sleppa av við ein stjóra av samstarvstrupulleikum.
- Tískil var neyðugt at gera eina fráfaringaravtalu.
- Hin møguleikin var at ganga eftir fyrisitingarlógini við eini drúgvari uppsagnartilgongd, og kanska einum rættarmáli. Tað kundi skjótt kosta nógv meiri, umframt at ALS hevði verðið lagt meiri og minni lamið hesa tíðina.
- Vit vildu hava eina loysn, har stjórin fór frá alt fyri eitt og so at ALS kundi virka við fullari styrki, uttan at verða skert í eini drúgvari uppsagnartilgongd, sigur Ingeborg Vinther.
- Tað, sum hevði størst týdning fyri meg, var, at ALS ikki varð skert í sínum virksemi í eini uppsagnartilgongd í sambandi við stjóran og tí var neyðugt, at stjórin fór sum skjótast, leggur hon afturat.

LES EISINI GREININA: Eg skilji væl at fólk eru í øðini