Ein Beatle avloysir ein Rolling Stone í stórfilmi

Upprunaliga skuldi Keith Richards spæla í nýggja Pirates of the Caribbean filminum, men tá honum barst undan, fall leikluturin til ein av Beatlunum.

Upprunaliga skuldi Keith Richards spæla í nýggja Pirates of the Caribbean filminum, men tá tað gjørdist greitt, at Rolling Stones fóru at vera á konsertferð, meðan upptøkurnar til filmin blivu gjørdar, mátti ein avloysari finnast.

 

Kravið var, at tað var ein av nøkunlunda sama format, so Johnny Depp, sum spælir høvuðsleiklutin sum Jack Sparrow, tók telefonina úr lummanum og sendi eitt sms.

 

Keith Richards hevur havt leiklutin sum pápi Jack Sparrow í tveimum av Pirates filmunum, men hesa ferð lá ikki fyri.

- Vit tosaðu leingi við Johnny Depp um, hvør kundi traðka til í hansara stað. Vit gjørdu ein sera, sera stuttan lista og ovast á honum stóð Paul McCartney. "Eg sendi honum eitt SMS," segði Johnny Depp, greiðir Joachim Rønning, annar av framleiðarunum av filminum frá fyri norska blaðnum VG. Tað gekk bara ein lítil løta, so segði Paul McCartney ja til at spæla pápabeiggi Jack Sparrow í filminum.

 

Hetta er langt frá fyrstu ferð, at Paul McCartney roynir seg sum filmsleikara, men nú eru mong ár síðani, at hann spældi nakað annað enn seg sjálvan. Hann er annars skrásettur fyri at hava spælt við í 30 ymiskum filmum.