Ein bati uppá 500%

Jón Tyril, sum er samskipari á G! fegnast um nýggju skipanina

 
Við broytingunum í rúsdrekkalógini, sum tingið samtykti fríggjadagin, fer at bera til hjá teimum sum frammanundan hava skonkiloyvi at søkja um at sleppa at skonkja á eitt nú festivalum. Jón Tyril, sum er samskipari av G! sigur, at hóast hetta ikki er júst tað uppskotið, sum tey høvdu hugsað sær, so er hetta, at onnur kunnu koma inn og skeinkja øl, ein betring uppá 500%.
- Vit síggja tað sum ein spurning, um mann vil hava skipað ella óskipaði viðurskifti, og tað gleðir okkum nógv, at viðurskiftini nú koma í rætt lag, sigur Jón Tyril. Og hann vísir á, at tað kann fáa stóran praktiskan týdning fyri festivalin.
- Fíggjarliga fær tað kanska eisini ein minni týdning, tí hóast tað eru onnur sum standa fyri ølsøluni, og harvið fáa inntøkurnar, so gangi eg út frá, at tey, sum vilja selja øl á festivalinum, er sinnaði at rinda fyri tað, akkurát sum øll onnur gera, sum selja eitthvørt á G!, staðfestir Jón Tyril.