Samferðsluhavn í Suðuroy
Landsverkfrøðingurin kann ikki longur veita vissu fyri, at nýggja samferðsluhavnin á Tvøroyri verður liðug tá ið nýggja Suðuroyarskipið er liðugt.
Hesi boðini hevur Landsverkfrøðingurin nú givið Vinnumálaráðnum.
Á fundinum, sum var í Suðuroy leygardagin um samferðsluhavnina á Trongisvágsfirði, upplýsti Oyvindur Brimnes, landsverkfrøðingur, at hann hevði nú tikið fyrivarni fyri tíðarfreistini sum var sett fyri at nýggju ferjuleguna á Trongisvágsfirði skuldi vera liðug.
Ætlanin var, at nýggja samferðsluhavnin skal vera liðug tá ið nýggja suðuroyarskipið er liðugt og tað verður handað Strandferðsluni 12. oktober næsta ár.
Men nú hevur tað drigið so langt út við at sleppa undir nýggju ferjuleguna, at tað er óvist, um hon verður liðug tá.
Hann segði, at Landsverkfrøðingurin hevði boðað frá, at skal nýggja ferjulegan verða liðug mitt í oktober næsta ár, skuldi hon helst verðið boðin út longu í januar í ár.
Men nú eru vit komin út í mars og Løgtingið er enn ikki liðugt at viðgerða málið, og enn er óvist, nær Løgtingið verður liðugt.
Bíða eftir eini avgerð
Uppskotið um verklagslóg, sum skal geva landsstýrismanninum í vinnumálum heimild at fara undir arbeiðið, hevur verið til viðgerðar í løgtinginum í meiri enn tveir mánaðir, og tað tað mesta av tíðini hevur tað ligið í vinnunevndini.
Henrik Old, formaður í vinnunevndini, váttaði á fundinum, at viðgerðin hevur verið væl drúgvari enn vant.
? Tað kemst av, at ein stórur spurningur hevur verið, hvaðani grótið til ferjuleguna skal takast. Tvøroyrar Býráð hevur víst á grótbrotið inni í dalinum beint við Hvalbiartunnilin.
Men umboð fyri Hvalbiar Kommunu eru ikki so fegin um hetta. Talan verður um koyring við 12-14 bilum í meiri enn eitt ár og hvalbingar hava upplýst fyri vinnunevndini, at teir stúra fyri, at tað fer at forða ferðsluni til og úr Hvalba rættiliga nógv. Serliga hugsa teir flakavirkið í Hvalba, sum nýliga er latið upp aftur.
Samstundis hevur uppskot verið frammi um at taka grótið úr Hovstunlinum, sum ætlanin er at fara undir og nú er so aftur uppskot frammi um nýggjan tunnil. Samstundis hava umboð fyri Tvøroyrar Býráð nevnt møguleikan at gera tunlar við Drelnes og við samferðsluhavnina og taka grótið haðani, so at kommunan samstundis fær goymslupláss.
?Alt hetta eru spurningar, sum mugu viðgerðast nágreiniliga, segði formðurin í vinnunevndini.
Hann segði, at kemur vinnunevndin aftur í í tingið við uppskotinum, uttan at siga, hvaðani grótið til samferðsluhvnina skal takast, var hann reiðiliga vísur í, at nevndin fekk tað aftur í høvdið.
Sostatt er enn óvist, nær uppskotið kemur aftur úr vinnunevndini.
Hildið verður, at av neyð kann Smyril brúka Gomlu Havnina á Tvøroyri í eina tíð, men tað er meiri ivasamt um tað ber til at brúka Drelnes, tí skipið er so nógv longri enn bryggjan er.
Sí eisinigreinarnar: ?Seta strangar treytir?
?Tíðin má ikki vera avgerðandi?
?Alt má gerast umaftur?
?Guds gávu er tað skylda okkara at varðveita?










