Í sambandi við mentanardagarnar í Fuglafirði hevur kommunan, sum fyriskipari av tiltakinum, heitt á Fuglafjarðar Vinnufelag um at samskipa eitt tiltak, har vinnan og handlar í kommununi hava opið hús.
- Vit leggja upp til, at allir handlar og fyritøkur í Fuglafirði fara at hava opið hús hósdagin 30. august frá klokkan 11–15, so høvi verður at vitja vinnuna í virkisfýsna býi okkara.
Fyrireikararnir vísa á, at handlarnir og virkini skipa sjálvi fyri, hvat tey bjóða, og hvussu hetta verður skipað. Tó hava tríggjar fyritøkur, Havsbrún, Bergfrost og Petur Larsen, boðað frá, at tey gera eitt sindur meira burtur úr tiltakinum.
- Havsbrún fer at hava opið hús í morgin millum klokkan 13 og 15, og her kunnu vitjandi fáa rundvísing á virkinum. Eisini verður bjóðað kaffi, te og okkurt søtt.
Fyrireikararnir siga, at Bergfrost og Petur Larsen fara eisini at hava opið hús og fara at bjóða kaffi, te og køkur við høvið.
- Hjá Bergfrost verður framløga um teirra virksemi hvønn tíma, og hjá Petur Larsen fara tey at vísa, meðan ein brúkt Baader 189 verður renoverað, eins og eykalutir verða gjørdir í smiðjuni.
Hjá Petur Larsen verður eisini høvi hjá vitjandi at tosa við montørarnar um arbeiði, teir gera, og fólk fara at greiða frá um ætlanir fyri komandi árini.
- Uttan fyri smiðjuna hjá Petur Larsen fer Streetfood Føroyar at hava opið frá klokkan 14 til 16, og klokkan 15 fer Jógvan Hansen at spæla nøkur løg í smiðjuni, siga fyrireikararnir av tiltakinum.