B36 er komið fram til turkiska stórbýin, Istanbul, har teir hóskvøldið spæla seinna dystin ímóti Besiktas. Fyrri dysturin heima í Føroyum endaði við 2-0-sigri til turkiska liðið.
Ein, sum byrjaði inni í fyrra dystinum, verður møguliga ikki við hósdagin. Tað er vinstri bakkurin, Alex Mellemgaard, sum mátti lata seg útskifta longu í fyrra hálvleiki í fyrra dystinum.
- Eg føldi at eg forstrekti ein vødda í baklærinum, og eg bað tí um at blíva útskiftur fyri ikki at gera skaðan verri, sigur Alex Mellemgaard.
Enn eru tríggir dagar at geva av, og í løtuni er ikki greitt, um hann gerst klárur at spæla á risa stóra Vodafone Park hóskvøldið.
- Eg eri ivasamur. Vit fáa at síggja hvussu venjingarnar ganga í Istanbul og hvussu tað kennist í baklærinum, sigur Alex við Sosialin í dag.
Alex Mellemgaard er við í “fimm skjótir” í Sosialinum í dag, har hann eitt nú eisini greiðir frá upplivingini at spæla ímóti Besiktas og hvat teir vænta sær av seinna dystinum.
Besiktas og B36 spæla hóskvøldið kl.19.00.