Leygardag 15. mai kl. 14:30 er ein løta, ið nógvir bátaeigarar síggja fram til.
Tá byrjar nevniliga ársins stevna, við at allir teir mongu og ymisku bátarnir savnast út fyri Fútaklett á Vágoynni.
Fyri teimum liggur tann so vælkendi postbáturin “Ólavur”. Tað verður eisini hesin søguligi báturin ið skal skipa innsiglingina til Vestmanna.
Tá bátarnir koma til bryggju ein góðan tíma seinni byrjar stevnan av álvara og ikki óvæntað við teirri serligu bátasuppuni. Henda suppan ið so mong sum 1500 fólk hava roynt á eini stevnu.
Og so er stevnan í gongd við einum hópi av ymiskum tiltøkum, bæði til børn, ung og eldri. Ikki kann sigast annað, enn at hetta er vorðið til eitt vælumtókt tiltak.
- Hetta er sum at vera á ólavsøku, slær Eyðun Leo fast.
Hetta er ikki bara nakað sum hann sigur, tí veruleikin er, at talið av gestum okkurt árið hevur verið heilt uppi á 3500 fólkum. Og tá má havast í huga, at í Vestmanna búgva bert sløk 1200 fólk.
- Vit eru sera spentir í ár. Og so vóna vit bert, at veðrið verður til vildar.
1500 tallerkar við suppu
Sagt verður, at allar kollveltingar byrja við einum einstøkum persóni sum hevur eitt mál, ið hesin fegin vil røkka. Uttan at samanbera Bátastevnuna við ein kollvelting, so byrjaði hon eisini við einum góðum hugskoti (eins og greitt er frá aðrastaðni í blaðnum).
Orsøkin til hetta var tann veruleiki at ítróttarfelagnum í Vestmanna - VÍF - tørvaði pening til víttfevna virksemið sítt. Tað eina hugskotið førdi ta næsta við sær, og soleiðis sá bátastevnan dagsins ljós fyri átta árum síðani.
Hon byrjaði sjálvandi í smáum, men vant skjótt uppá seg, tí tað vísti seg at teir her høvdu rakt seymin á høvdið: Bátaeigarar í vaksandi tali løgdu leiðina til Vestmanna henda ávísa dagin um árið. Spentastir vóru teir uttan iva til hæddarpunktið á stevnuna, sjálva innsiglingina av Fútakletti til havnarlagið í Vestmanna.
Umstøðurnar at hava allar hesar mongu bátarnar liggjandi í havnarlagnum vóru ikki so góðar tá, men við árunum er bøtt munandi um hetta. Tað er kortini eitt einstakt, sum hevur verið eins gott øll hesi níggju árini: Tað er suppan, ið stendur fyri bátafólkinum, tá tey koma at landi.
At byrja við var suppan bara ætlað teimum. Men líkt var til, at onnur eisini mungaðu eftir hesi bátasuppuni, so nú fáa øll somul hesa góðu suppu.
- Ta einu ferðina ótu omanfyri 500 fólk suppu. Tað vísti seg tó, at undirtøkan bara vaks og vaks. Og tá vit serveraðu mest, vóru omanfyri 1500 fólk til suppu, greiðir Eyðun íðin frá.
Borðreiðingina hava tey havt á ymiskum støðum. Men nú hava tey leigað eitt stórt tjald frá Bátafelagnum á Toftum, soleiðis at øll hesi mongu fólkini kunnu eta suppuna innandura.
Bíleggja pláss
Í summar verður Vestmanna vertur fyri tveimum stevnum - Bátastevnuni og Fjarðastevnuni.
Henda fyrra stevnan snýr seg jú fyrst og fremst um bátar, tí uttan bátar, var eingin bátastevna. Og tað er ikki frítt, at fyrireikararnir hava staðfest økta undirtøku ár undan ári.
Á fyrstu stevnuni í 2002 vóru einir 70 bátar, og tá teir taldu flestar bátar vóru teir so mangir sum 225.
Tað skal sjálvandi eitt stórt fyrireikingararbeiði at skipa eina slíka stevnu so gott og ikki minst so trygt sum tilber. Men við árunum er hesin parturin øktur í sama mun sum talið av bátum er økt.
Tað hevur verið trupult at meta um, hvussu nógvir bátar koma á hvørjum ári, tí veðrið hevur spælt sín avgjørda leiklut her. Í ár hevur ein tó møguleika at fáa eitt heldur betri yvirlit yvir talið av bátum.
- Ja, vit hava í ár givið bátaeigarunum at bíleggja sær fast pláss við bátabrúgvarnar. Hetta gjalda teir fyri, meðan fleiri onnur pláss eru ókeypis, vísir Eyðun Leo á.
Hugni
Tá talan er um skránna fyri Bátastevnuna, so víkur hon á rættiliga nógvum økjum frá skránni fyri eina vanliga summarstevnu.
Á slíkum summarstevnum eru skráin mangan á tremur við alskyns tiltøkum hjá fólki at fara til. Men í Vestmanna er øðrvísi, hóast nógv hava spurt seg fyri um at hava eitthvørt tiltakið á hesi stevnuni.
- Vit hava lagt skránna soleiðis til rættis at tað eru fá tiltøk, soleiðis at fólk skal kunna hugna sær saman. Vit vilja ikki er skal ikki vera nakað res, sum Eyðun Leo tekur til.
Og hann leggur aftrat: - Vit ynskja ikki at fólk skulu ganga og renna frá einum tiltaki til eitt annað. Tey koma higar fyri at hugna sær, og tað skulu tey eisini sleppa.
fyri seg
50
kampingvognar
Tað eru tó ikki bert bátar ið skapa Bátastevnuna. Eisini á landi vilja fólk vera við, og tí hava fleiri valt at seta kampingvogn sín í Vestmanna hesar dagarnar.
Longu í farnu viku vóru fleiri slíkir at síggja á havnarlagnum í bygdini, men teir gerast uttan iva fleiri, nú tað av álvara er farið at nærkast til at tiltøkini byrja.
- Talið av kampingvognum hevur somuleiðis vundið uppá seg. Tað byrjaði fyri eini 4-5 árum síðani við nøkrum heilt fáum vognum, men í dag síggjast teir av álvara í bygdini.
- Í fjør vóru teir omanfyri 50 í tali, vísir Eyðun Leo. - Einki bendir á, at teir verða færri í ár.
BÁTAR
Talið av bátum er bara vaksið ár undan ári. Teir koma allastaðni frá










