Ein býlingur á Penaplássi – nei, ha?

Jóhann Mortensen
------
Hvat høvdu havnarfólk sagt, um kommunan legði ein nýggjan býling á Penaplássi Yviri við Strond?

Sjálvandi hevði tað verið eitt rama skríggj. Um tað í heila tikið kom so langt. Annahvørt hevði onkur á teknistovuni ella onkur limur í byggi- og býarskipanarnevndini verið so mikið at sær komin og tilvitandi um náttúru og umhvørvi, at málið steðgaði har. Og so varð ætlanin duld sum mansmorð.

Sum heild eru bæði starvsfólk og politikkarar í Tórshavnar kommunu tilvitandi um náttúru, umhvørvi og estetisk virði. Viðhvørt er fyrisitingin ella onkur annar tó gáloysin. Dømi eru um tað, um vit reika eitt sindur runt í kommuni. Serliga í útjaðaranum.

Nú umhvørvisvika hevur verið, og fólk og felagsskapir hava ruddað og gróðursett trøð og runnar fyri at fríðka, fari eg at taka eitt mál fram, sum avgjørt hevur við umhvørvið og náttúruna í høvuðsstaðarkommuni at gera.

Herfyri frættist, at ætlanin er stykkja út nøkur grundstykki í Kaldbak. Fólk fegnast uttan iva – fleiri fólk, børn, bilar, súklur, hundar, ja meiri lív. Menning ella framburður verður tað vanliga kallað.

Nú ein dagin spurdi so onkur, um eg hevði gáað um, hvat ætlanin var at gera. Nei, tað hevði eg ikki. Søkti so um innlit. Jú, eftir teimum tekningunum, sum stutt eftir komu við telduposti, sæst, hvør ætlanin er.Víst eitur tað “framtíðar broyting í byggisamtykt”, men eftir hesum tekningum er ætlanin at byggja á bønum frá bygdarvegnum og oman ímóti sjóvarmálanum í tveimum støðum.

Eitt eyðkenni fyri Kaldbak er tann stóri bøurin, líka úr fjøruni og niðan í brattan – slættur bøur og heyggjar, sum skapa fjølbroytni í náttúruni. Skal bygdin vaksa, er óivað neyðugt eisini byggja á dyrkaðum bøi, men eg seti spurnartekin við, um tað er rættt at taka bø, sum bæði tey, sum her búgva, og tey, sum vitja bygdina, hava fragd at njóta.

Her hava vit bø, sum saman við fjøru, og teimum eyðkendu gomlu býlingum, skapa eina heild, sum fer fyri skeytið, um henda ætlanin hjá Tórshavnar kommunu verður framd. Skilji, at í fyrstu atløgu verður stykkjað út við verandi býlingar, og tað hevur neyvan nakar ímóti, men tað, eg seti spurnartekin við, eru framtíðarætlanirnar.

Fyrst í árinum var kendur danskur arkitektur, Jan Gehl, í Føroyum. Hann helt fyrilestur um rúmið millum bygningarnar og var eisini í tveimum útvarpssendingum. Hann setti m.a. spurnartekin við henda mátan líkasum at sleppa húsum niður ella leggja tey framvið longum vegum. Mælti heldur til sambyggingar av ymiskum slag. Hevði tað ikki verið eitt hugskot at hugsa um orðini hjá hesum arkitektinum, og roynt okkurt slík í eini búnaðarbygd?

Málið um fleiri grundstykki við verandi býlingar – og framtíðar útstykkingarnar kanska eisini – hevur uttan iva gingið sína gongd eftir reglunum. Málið hevur ligið frammi, so borgarar hava havt møguleikar at kunna seg við ætlanina. Men eingin av teimum, eg havi spurt, hevur lagt merki til ætlanina og møguligar kunngerð um, at ætlanin lá frammi, so vit mugu bara staðfesta, at vit eru í so dølsk.

Tá tað er sagt, fari eg kortini at seta spurnartekin við, um slík framferð er nøktandi og nóg fólkaræðilig. Tá ein kommuna arbeiðir við eini ætlan at stkkja út og broyta eina bygd, vildi eg hildið, at kommunan átti at hildið ein kunnandi fund á staðnum um ætlanina. Um so varð gjørt, kundu vit tala um “nærdemokrati”.

Tá eg var í útbúgvingarørindum í Danmark í 70-árunum, búði eg á einum kollegii, sum var útjaðarin í tí býarpartinum. Hinumegin túnið var búnaðarlendi. Bøur og veltir og longur niðri ein lívdarál við vøkrum trøum. Men framburðurin kravdi, at nakað varð tikið av til ein býling. Í góðari tíð varð fundur lýstur. Tilfar lagt út, so fólk kundu kunna seg undan fundinum. Á fundinum greiddu so politikkarar og fólk frá byggifyrisitingini frá ætlanini og alternativum møguleikum. Aftaná varð so drúgt kjak og fundurin endaði við at mæla til eitt alternativ, sum var í hampiligum samljóði við umhvørvið. Slíkt hevði eisini borið til í Tórshavnar kommunu.

Spurningurin er ikki, um bøurin er óðal ella kongs. Um hann verður sliðin ella ikki – tað verður hann. Men eina og aleina tí at eg haldi, at hetta er ein partur av okkara náttúru, ein grønur blettur, sum ikki eigur at verða nýttur til at byggja á uttan so, at tey, sum búgva her, heilt avgjørt halda, at her má og skal byggjast. Meirilutin ræður jú.

Høvuðsstaðurin hevur ikki nógv slætt, atkomuligt ella dyrkað lendið fram við sjóvarmálanum. Vit hava Sandagerð, sum avgjørt átti at verði hampað. Økið av Penaplássi og niðan um Tórgarðsvík. Boðanes, sum aftur er opið og frítt. Vit hava slættan í Sandvíkum. Henda bøin Í Kaldbak og so er nakað vestanfyri eisini. Tí eiga vit at vera varin og veruliga hugsa okkum um, um inntriv skulu gerast í bø og vakurt lendi ella ikki. Tað verður ikki grøn náttúra aftur!

At slík øki altíð hava havt virði, síggja vit í náttúrufriðingarlógini, sum ásetir, at skulu inntriv gerast í lendi frá sjóvarmálanum og 100 metrar niðan, skal friðingarmyndugleikin góðtaka ætlanina!

Áður bar til at fara oman í fjøruna Yviri við Strond, men nú er alt hegnað til seyðabeiti. Tað sama hevur verið á Boðanesi, men har er hegnið tíbetur tikið niður. Men í Kaldbak er einki hegn. Bara bøur, býlingar og fjøra.....
...

Tað er kalt, men veðrið er gott. Hava júst gingið ein kvøldartúr á bønum – framvið fjøruni, á hellunum og á Mógvanesi. Náttúran er vaknað. Lív er komið í. Jarmandi lomb og gákandi grágæs. Tjøldur, æður og fjørufuglur. Og eitt sindur úr landi flutu tveir fuglar. Tíverri lá kikarin við hús. Helst tveir hiplingar eftir hvíta øsinum at døma – sá hann fyri fyrstuferð ífjør. Hiplingur varð avoyddur í Føroyum fyri ikki so heilt nógvum árum síðani, men fuglakøn siga, at hesin sjáldsami gesturin ikki so sjáldsamur longur, so kanska fer hann aftur at byggja í Føroyum.....