Advokatskrivstovan lýsir nú kenda vertshúsið Mimir til sølu. Talan er um ein bygning í trimum hæddum, ið liggur sentralt fyri í miðbýnum, sum í mong ár hevur verið nýttur til frítíðarvirksemi og skeinkistað.
- Vegna konkursbúgvið Frítíðarfelagið Mimir verður ognin matr. nr. 770, Tórshavn, við ástandandi bygningi lýst til sølu fyri hægstbjóðandi. Grundøkið er 173 m2. Ognin er í 2. grundumráði sambært byggisamtyktini. Bygningurin sjálvur er ábygdur á stórum parti av grundøkinum, og einki parkeringspláss er tí inni á grundøkinum. Upplýsast skal, at bygningurin er í vánaligum standi, stendur at lesa á heimasíðuni.
- Ognin verður seld við tí innbúgvi, sum tilhoyrir konkursbúnum, skrivar Advokatskrivstovan. Húsið liggur í 2. grundumráði, og fyri tað øki stendur at lesa, at 2. grundumráði verður alt, sum tað er lagt til blandaða bústaða- og miðstaðabygging. Miðstaðabyggingin má einans vera hús, sum heilt ella lutvíst verða innrættað til handlar, smáhandverk, skrivstovur, stovnar, samkomuhús, heilsubótarhøli og tílíkt.
Sí myndirnar undir hesari greinini.