Ein bíðandi løgmaður

Løgmaður visti lítið og einki nýtt at siga okkum í nýggjársrøðu sínari

Fíggjarmálaráðharrin royndi seg í grein í Sosialinum við boðum upp á loysn, men heldur ikki har var stórvegis nýtt at hóma.

Og uttanríkisráðharrin, triði leiðarin í samgonguni, jarðaði beinanvegin høvuðsuppskot fíggjarmálaráðharrans.

Fyri tíggjundu ferð, ella fleiri, fegnaðist løgmaður um, at vit sleppa at bíða. Bíða eftir tí loysn, danska stjórnin kemur við í roynd teirra at loysa búskapar- og fíggjartrupulleikar sínar.

Høvuðsleiðin fíggjarmálaráðharrin leiddi okkum var sum sagt ikki nýggj - men tann vanliga hjá fyrrverandi javnaðarmonnum. Enn eina vitjan ætla teir sær hjá teimum gomlu. Hesi skulu, eftir eitt langt lív við hugsjón um ikki at skylda nøkrum nakað, enn einaferð gjalda gildi spekulantanna. Hesaferð biðja teir um hjálp at áleggja hesum samfelagsins fátækastu ognarskatt fyri heim síni.

Lagnunnar speisemi, at tað verður Fólkaflokkurin, umenn av øðrum orsøkum, ið steðgar hesum samhaldsleysa politikki teirra.

So gott sum einki sæst í røðu løgmans um, hvussu vit hjálpa teimum, ið kreppan longu hevur rakt. Tey, sum í heyst uttan ávaring vórðu send út í arbeiðsloysi. Ella tey gomlu, sum samgongan var á vitjan í lummunum hjá, áðrenn jólafriðurin væntaðist.

Sjálvfylgiligheitir, uttanumtos, ella bíðan eftir dønum gjalda ongar rokningar. Tað gera afturvendandi ætlanir um at hækka arbeiðsloysisgjaldið frá sjeyti til áttati, visiónir Barak Obama’s, ella at nokta fólki at gjalda fullan prís fyri rúsdrekka og cigarettir, heldur ikki. Hvørki í banka, hjá handilsmanni ella aðrastaðir.

Er nakar politikkur yvirhøvur annar enn at bíða eftir dønum? Ella nakrar hugsjónir. Ella er tað trýstreingjaða vorðið fyrimyndin - tríggir flokkar, tríggir leiðarar, tríggjar hugsjónir, ongin politikkur?

Er ongin hugsjónarmaður í leiðslu samgongunnar? Ein, ið kann greiða høgu harrunum frá, at meðan tú vónar tað besta, sær ljóst upp á framtíðina, ert bjartskygdur og lítur á “egnan mát og megi”, er onki, ið forðar tær at smoyggja upp um armar, byrgja upp fyri kreppu og seta í kortið út kós?