Tey, sum eru stødd í Suðuroy í morgin, og sum vilja hava ein lítla hvíld frá løgtingsvalinum, kunnu í staðin leita sær í Ranhøll í Sandvík, har tey hava
vetrarsølu.
Tiltakið er frá klokkan 16-20 og har verða alskyns heimavirkaðar vørur at fáa - alt frá súltutoyi til ymisk bundin pløgg.
Myndina hevur Erik Christensen tikið av Sandvík.