Páparættur
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Tapir tú foreldrarættin yvir einum barni, so hevur tú ikki eisini tapt rættin til samveru við barnið. Hesi eru greiðu boðini frá Ríkisumboðnum til pápar – og mammur – ið hava tapt foreldrarættin yvir barninum.
- Barnið hevur altíð rætt til samveru við bæði foreldur, og tað skal virðast. Er ósemja, kunnu tey venda sær til Ríkisumboðið. Tað sigur Lene Moyel Johansen, ið er juristur og málsviðgeri hjá Ríkisumboðnum.
- Hinvegin, hevur tú fullan myndugleika yvir barninum, so bestemmar tú also ikki 100 prosent hvussu nógv pápin sær barnið. Samvera hevur í veruleikanum einki við foreldramyndugleika at gera, staðfestir Lene Moyel Johansen.
Ein avtala er altíð ein avtala
Eitt, sum nógv ikki eftir øllum at døma ikki vita um, er virðið á eini avtalu millum tvey foreldur.
- Ein avtala er líka nógv galdandi og líka nógv verd, um hon er gjørd millum tvey foreldur sínamillum, ella um hon er gjørd millum foreldrini umvegis Ríkisumboðið. Har er eingin munur, sigur Lene Moyel Johansen úr Ríkisumboðnum.











