Ein avdúkandi fimmari

FIMMARIN í útvarpinum mikudagin var bæði avúkandi og óhugnaligur. Mangur lurtari mundi gerast púrasta paff, tá ein skitin skola fyri og onnur eftir regnaði niður yvir formannin í Búskaparráðnum, Bjarna Olsen. Líka mikið hvørja meining tú hevur um hetta málið viðvíkjandi fiskidøgunum, so er tað burturvið at niðurgera formannin í Búskaparráðnum, soleiðis sum bæði fiskimálaráðharrin og vinnulívsmenn gjørdu í fimmarasendingini mikudagin. Tað sømdi seg ikki einum fiskimálaráðharra at tosa sum hann gjørdi. Hann gjørdi sær sjálvum eina bjarnatænastu við at vanvirða hetta høga embæti. Soleiðis tosar og argumentar ein fiskimálaráðharri ikki í ár 2000. At ein tingmaður ger tað, er nakað annað.

At formaðurin í Reiðarafelagnum sáar iva um trúvirði ráðsins við at tosa um bílagt uppskot var eisini undir alt lágmark. At vinnulívsmaðurin Bjarti Mohr fer í ?hernað? móti formanninum í Búskaparáðnum er so upp til hansara, hóast tað uttan iva eru mong, sum hava stúrsað við av hansara úttalilsunum.


VIT skulu hesaferð lata støðutakan til sjálvt uppskotið liggja, tó at vit meta tað vera rætt at taka hetta málið upp til endurskoðan, nú tað nettup í hesum døgum verður tosað um ognarrættin til tilfeingi í undirgrundini eisini. Tað átti ikki at verið munur á hesum. Tað er meira tað prinsipiella í málinum vit her vilja nema við. Hvat er uppgávan hjá Búskaparráðnum? Eftir tí vit hava skilt, er hon at geva objektiv tilmæli um mál, sum hava týdning fyri samfelagsgongdina - óheft av tí politiska valdinum. Búskaparráðið skal ikki lata seg ávirka av tí politiska ?trendinum?, sum er her og nú. Og tá ein meiriluti í ráðnum kemur við einum slíkum tilmæli sum tí umrødda, so botnar tað væl í, at hann metir hetta vera tað skilabesta og mest rætta fyri alt Føroya fólk. Tað hevur alla tíðina verið stavnhaldið hjá Búskaparráðnum at koma við tilmælum, ið miðja móti at fáa hetta samfelagið at bera seg. Tvs. at fáa fiskivinnuna at geva yvirskot. Hetta tilmæli eigur helst eisini at síggjast í hesum ljósi. Fimmarin var til lítlan sóma fyri fiskimálaráðharran, tá hesin rør uppundir, at Ráðið skal taka hædd fyri tí politikki, sum núverandi landsstýrið rekur, ja at politikararnir skulu kunna brúka hetta annars fakliga, kompetenta og óhefta ráð til egið gagn.