Ein avbjóðandi og spennandi uppgáva

Arni Debess Madsen er nýggjur leiðari hjá Landsverki

Herfyri søkti Landsverk eftir leiðara til Byggideildina, og stovnurin hevur nú sett 32 ára gamla Arna Debess Madsen úr Havn í starvið.

 

Nýggi leiðarin, sum er verkfrøðingur, hevur verið í starvi á Landsverki síðani 2012, tá hann varð settur sum verkætlanarleiðari. Seinasta árið hevur hann verið byggileiðari á stóru verkætlanini at byggja skúladepil í Marknagili, sigur Landsverk.

 

Byggideildin varðar av flestu bygningum hjá landinum og er byggiharri á øllum nýggjum verkætlanum á hesum øki og í sambandi við undirstøðukervið á landi.

 

Nakrar verkætlanir eru Skúladepilin í Marknagili, ætlaði H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum og nýggi tunnilin til Viðareiðis.

 

Harafturat eru nógvar smærri verkætlanir, eins og Byggideildin eisini passar bygningar hjá landinum

 

- Hetta er eitt spennandi starv. Ikki minst tí, at Byggideildin seinnu árini hevur fingið alsamt fleiri og størri uppgávur at taka sær av, sigur nýggi leiðarin hjá Landsverk.