- Eg eri sera bangin fyri, at kommunalpolitikarnir koma í kløtur.
Tað sigur Óluva í Gong, forkvinna í felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Hon ávarar kommunupolitikarar ímóti ætlanini hjá samgonguni at leggja heimatænastuna undir kommunurnar at umsita.
- Tað, sum ógvuliga fáir føroyingar eru greiðir yvir, er, at talan als ikki er um at leggja eldraøkið út til kommununar, sigur Óluva í Gong.
- Tað, ið veruliga verður gjørt, er at leggja heimatænastuna, ið umfatar borgarar frá vøggu til grøv, út til kommunurnar. Røktarheim, sambýli, heimahjálp, økisterapi og heimasjúkrarøkt, undir kommunurnar, sigur hon.
Og Óluva í Gong er sera bangin fyri, at kommunupolitikarar fara at koma í kløtur ímillum tað, borgarar vænta sær og hvat landið ætlar sær at gjalda, tí tað er ikki greitt, hvørja tænastu, kommunurnar skulu veita.
Hon saknar, at onkur sigur nágreiniliga, hvat tað er, sum fer at verða betri, tá ið økið er lagt undir kommunurnar.
Páhaldið hjá summum politikarum er, at tað at fer at verða betri og bíligari. Men her Óluva í Gong fullkomiliga ósamd
- Eitt var heilt víst: bíligari gerst tað ikki, allarhelst dýrari, sigur hon. Hon sigur, at tað einasta, sum kann bøta um støðuna, er nakað so einfalt sum tað, at játtanin hækkar so at bøtast kann um tænastuna.
- At leggja økið út til kommunurnar er bara undanførsla, sigur hon.
Forkvinnan í felagnum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum ivast í um nakar rættiliga veit, hvat økið kostar.
- Økið hevur verið rakt av áhaldandi skerjingum í fleiri ár. Vaktirnar hjá starvsfólkunum eru styttar. Skulu tær nú leingjast aftur, áðrenn økið verður givið kommununum, spyr hon.
Verða uppslitnir bygningar umvældir, áðrenn økið verður lagt út, spyr hon eisini.
Óluva í Gong staðfestir eisini, at lógin um lógin um ókeypis heimasjúkrarøkt verður strikað.
Ístaðin verður ásett, at kommunurnar kunnu krevja gjald frá borgaranum fyri ymsar tænastur.
- Hetta er ikki nakað, sum politikarnir tosa hart um, men hetta kann fáa álvarsamar avleiðingar fyri vanliga borgaran, sigur Óluva í Gong.
Hon sigur, at eisini kravið strikað um, at tað eru útbúnir sjúkrarøktarfrøðingar, sum skulu veita heimasjúkrarøkt.
Les eisini Eldrarøkt í leysari luft, har Óluva í Gong lýsir síni sjónarmið um ætlanina.
|










