Ein av teimum stóru í okkara tíð

Boris Jeltsin, sum doyði um vikuskiftið, hevði ein týðandi leiklut í einum avgerandi tíðarskeiði, sum broytti Evropakortið.

Boris Jeltsin var tann fyrsti forsetin í russiska sambandsríkinum, sum bleiv skipað, eftir at Sovjetsamveldið far farið í upploysn í desember í 1991, og hann sat í embætinum til 1999.

Í søgubókunum verður Jeltsin umrøddur sum maðurin, ið legði lunnar undir demokrati í Russlandi, og tað var eisini hann, sum setti marknaðarbúskapin í gildi. Men tað ber ikki til at siga, at hann hevði hepna hond við sínum nýskipanum. Demokratiið hevur framvegis trong kor í Russlandi, og tilgongdin til marknaðarbúskap gekk alt ov skjótt við teirri avleiðing, at summi gjørdust ovurrík og tey flestu fátæk.

Vesturlendskir politikarar, sum kendu Boris Jeltsin, siga, at hann var ein sterkur maður, og at tað var heppið, at júst hann var forseti, tá roynt varð at gera uppreistur ímóti nýskipanunum í 1991. Kend er myndin av Jeltsin, tá hann fór upp á ein av stríðsvognunum hjá uppreistrarmonnunum og gjørdi greitt, at hann fór ikki at lata valdið frá sær.


Stór mistøk

Átta ár sat hann við valdið, men tað var eitt Russland í ovurstórum trupulleikum, sum hann lat frá sær, og tí eru tað minni enn so allir russar, sum halda líka nógv av gamla forsetanum. Nógvir russar ilskast inn á, at nakrir fáir ríkmenn fingu tær týdningarmestu almennu fyritøkurnar fyri lítið og lætt.

Mikhail Gorbatjov, sum var tann seinasti forsetin í gamla Sovjetsamveldinum, segði í gjár, at Boris Jeltsin gjørdei nógvar góðar gerðir fyri Russland og tað russiska fólkið, men hann duldi ikki fyri, at Jektsin gjørdi eisini fleiri álvarssom mistøk.

-Ein syrgilig lagna, segði Mikhail Gorbatjov, og hann er ikki einsamallur.

-Eg hevði álit á honum, men hann seldi landið. Faðir mín brúkti alt sítt lív til kommunistaflokkin og helt, at hann gjørdi tað fyri landið og fólkið, men Jeltsin lat nakrar svikarar fáa alt, var ein av viðmerkingunum, sum norska blaðið Aftenposten fekk á gøtuni í Moskva í gjárkvøldið.

Nógvir russar meta kríggið í Kekenia frá 1994 til 1996 sum tað størsta mistakið hjá Jeltsin. Kekenar í tíggjutúsundatali lótu lív, og fleiri túsund russiskir hermenn fullu, og nógvir russar síggja gamla forsetan sum mannin, ið "kostaði Russlands synum lívið".


Broytti søguna

Vestanfyri hava leiðandi politikarar bara rós at bera gamla russiska forsetanum. Hvítu Húsini í Washington søgdu í einari viðmerking til deyðsboðini, at Jeltsin var ein søguligur persónur í einari tíð við stórum avbjóðingum í Russlandi.

Í London segði Tony Blair, forsætisráðharri, Jeltsin var ein stórur maður.

-Hann var ein merkisverdur maður, sum dugdi at síggja tørvin á demokratii og búskaparligum nýskipanum. Við at verja hesi sjónarmið síni fekk hann ein avgerandi týðandi leiklut í einum avgerandi tíðarskeiði í søgu Russlands, segði bretski forsætisráðharrin.

-Lutur hansara í altjóða politikki skal ikki undirmetast. Hann broytti Evropakortið, sigur fyrrverandi týski kanslarin Helmuth Kohl um Boris Jeltsin. Núverandi kanslarin, Angela Merkel, sigur, at arbeiðið hjá fyrrverandi russiska foprsetanum at menna viðurskiftini millum Russland og Týskland verður ongantíð gloymt.

-Hann var ein av teimum stóru monnunum í okkara tíð, sigur svenski uttanríkisráðharrin, Carl Bildt, sum var svenskur forsætisráðharri í nítiárunum, tá Jeltsin var russiskur forseti.