Tey seinastu hundrað árini hava fimm stórar tsunami-flóðaldur rakt londini í Suður- og Eysturasia og í Suðuramerika. Tvær teirra kravdu fleiri mannalív enn tann, sum rakti Suðurasia annan jóladag.
Tann 27. august í 1883 doyðu umleið 36.000 fólk av einari flóðaldu, sum skolaði inn yvir stór øki í Indonesia.
15. juni í 1896 rakti ein stor tsunami-flóðalda Japan. Umleið 26.000 fólk doyðu.
Tann 22. mai í 1960 doyðu umleið 1.000 fólk, tá ein flóðalda rakti strondina í Kili.
16. august í 1976 floymdi ein tsunami-flóðalda inn yvir stór øki í Filipsoyggjunum. Meiri enn 5.000 fólk doyðu.
Tann 17. juli í 1998 doyðu umleið 2.000 fólk av einari tsunami-flóðaldu í Papua Ný Guinea.










