Ein av risunum fellur

Champions League: Tað verður antin Manchester City ella Real Madrid, sum fellur í kvøld

Í kvøld klokkan 20.00 verður seinna hálvfinalan millum Manchester City og Real Madrid í Champions League. Hetta eru favorittarnir at vinna kappingina.

 

Manchester City (1) – (1) Real Madrid (20.00)

 

Hetta eru tvey tey bestu liðini í Evropa í løtuni. Manchester City stevnir enn eina ferð móti einum enskum meistaraheiti og fótbóltsspælið er á høgum stigi. Real Madrid verða ov stuttir í sponsku landskappingini, men í Champions League verða teir ikki tiknir.

 

So hvat hendir tá eit lið, sum ikki er til steðga, rennur seg í múr, sum ikki er til at bróta. Tað svarið fáa við á Etihad leikvøllnum í Manchester í kvøld. Manchester City er favorittur á pappírinum, men søgan talar fyri gestunum úr Real Madrid.

 

Manchester City hevur ongantíð vunnið Champions League, meðan Real Madrid hevur vunnið hana 14 ferðir. Tað er met. Lykladysturin á vøllunum verður millum høgra bakkin hjá Manchester City, Kyle Walker, og brasilska vinstra vongin hjá Real Madrid, Vinícius Júnior.

 

Hjá Manchester City er Nathan Aké ivasamur, meðan Eduardo Camavinga fór skaddur av vøllinum fyri Real Madrid um vikuskiftið. Hann væntast tøkur til í kvøld.

 

Væntaðar uppstillingar:

 

Manchester City: Ederson; Walker, Rúben Dias, Akanji; Stones, Rodri; Bernardo Silva, De Bruyne, Gündoğan, Grealish; Haaland

 

Real Madrid: Courtois; Carvajal, Militão, Rüdiger, Alaba; Modrić, Kroos, Camavinga; Valverde, Benzema, Vinícius Júnior