Løgreglan í Grønlandi kunngjørdi í gjárkvøldið, at ein av teimum trimum norðmonnunum, sum hvurvu á veiðiferð seinasta fríggjadag, er funnin deyður. Hann varð funnin í einari á mánadagin, men ikki fyrr enn í gjárkvøldið bleiv upplýst, at talan var um tann 24 ára gamla Tormod Aniksdal.
Felagar hansara, tann 31 ára gamli Jonas Reiestad og tann 24 ára ganli Magnar Haarr, eru ikki funnir enn. Leitað varð allan gjár, men til fánýtis.
Í gjárkvøldið kom eitt norskt bjargingarlið til Grønlands at hjálpa við leitingini eftir teimum báðum.










