Stórtíðindi fyri stuttum vóru, at nú verða vit skjótt og nú eru vit og nú vóru vit sjey milliardir her á knøttinum. 7000000000.
Eitt øgiligt tal, hóast níggju av tíggju tølum í stóra talinum eru 0. Men nullið telur við, tá tað er saman við øðrum. Tí eru so nógvar eltibløðrur allastaðni.
Sum altíð, tá slíkar stórhendingar, sjey ferðir milliardin, eru á veg, sleppa øll at spæla við.
Til bar til dømis at fáa at vita, hvar tú ert í røðini av øllum heimsborgarum. Tað visti teldan. Svarið kom eftir fáum sekundum.
Við at trýsta á nakrar knøttar bar til at fáa at vita, nummar hvat tú ert á knøttinum.
Sjálvur gjørdist eg heimsborgari nummar 2561666634. Og fekk eisini at vita í sama høggi, at eg eri nummar 75749040431 eftir Adam, sum var nummar eitt.
Hvussu ber til at rokna út mítt tal, uttan at spyrja, nær á degnum, eg varð føddur? Ella eru vit øll, sum eru fødd 19.februar í 1951 nummar tvær milliardir 561 milliónir og so the Number of the Beast og 634 afturat?
Spurdi ikki telduna um tað. Uttan iva hevur hon svarið.
Men tað er gott at telja við, at vera so at siga ein av mongum. Og tann, sum nú gjørdist heimins borgari nummar sjey milliardir, kann takka mær fyri, at hann ikki bleiv nummar 6999999999.
Eina ferð var eitt annað slíkt teldubragd at siga fólki, nær tey doyggja. Tað var sama mannagongd, skriva nøkur tøl og so roknaði teldan út eitt, tvey, trý, nær tú doyrt.
Eg royndi tað ongantíð, so eg veit ikki, nær eg doyggi. Men sambært einari lýsingarherferð ella -jarðarferð kann tað vera, áðrenn eg havi vent mær.
Vónandi vendi eg rætt, tá tað hendir.
Eg eri so nummar 2561666634 av teimum, sum vóru á lívi, tá nummar sjey milliardir kom bóltandi.
Talið spillir ongan. Tøl eru nógv snildari enn nøvn, tí so nógv eita tað sama. Vit hava ikki sjey milliardir og nøkur afturat nøvn. P-talið er ein fantastisk uppfinning.
Annars dugi eg ikki at finna logikkin í hasum tølunum. Fólk doyggja alla tíðina, og júst í teirri løtu, eg bleiv kroystur út í heimin, eru nógv deyð. Tá var eingin telda, so hvussu hildu tey skil á talinum?
Her hjá okkum er eisini manntal, og menn verða spurdir um alt. Big Brother er komin til Føroya.
12.12.12 verður konutal, og tá kemur Big Sister.
Síðani Adam lærdi at telja, hevur tað verið ein passjón at telja alt.
Longu fyri 2011 árum síðani taldu teir menn. Teir vóru enntá so heidnir at hava manntal á jólum.
Onkur telur regndagarnar í Føroyum. Tað mátti verið lættari at talt teir sjey ella átta dagarnar, sum tað ikki regnar.
Vit hava nógv fleiri tøl enn orð. Okkara mentan er ein talmentan.
Í Nonnuskúlanum lærdu vit eisini at telja longu í fyrsta flokki: eitt, tvey, trý, fýra, fimm, ljótt, sjey, átta og so framvegis.
Men rokning gjørdist ongantíð mín lærugrein. Helt alla tíð uppá, at eg fór ongantíð at fáa brúk fyri meira enn lítlu tabell. Og tað havi eg ikki havt enn, og fái tað neyvan nú, roknimaskinan er uppfunnin.
So hví brúka dýrmætar skúladagar til at royna at rokna?
Men tað skiltu lærararnir sjálvandi ikki. Tað sama var galdandi fyri evnafrøði og alisfrøði.
Annars er hent at duga tøl. Tað ræður um at ansa væl eftir tølum. Tey eru ofta skeiv.
Men ókey, tað er altíð gott at telja við í onkrari teljing.
Tá vit sparkaðu í skúlagarðinum, taldi eg ongantíð við.
Tey, sum stilla upp til val, verða eisini tald og ikki bara eina ferð, tey verða eisini fíntald.