Ein av kvinnunum latin leys

Í Russlandi hevur ein dómstólur gjørt av at lata eina av teimum fongslaðu Pussy Riot-kvinnunum leysar. Men hinar báðar skulu sita í fongsli tvey ár, soleiðis sum dómsvaldið kom til í august.

Tær tríggjar kvinnurnar fingu á tvey ára fongsul fyri at hava skipað fyri einum tiltaki ímóti Vladimir Putin, forseta inni í einari kirkju í Moskva og fyri at hava elvt til átrúnaðarligan hatur.

Men í dag valdi dómarin at broyta revsingina hjá Jekaterina Samutsevitsj (í miðjuni á myndini) til treytaða fongsulsrevsing. Grundgevingin var, at hon bleiv koyrd út úr kirkjuni, áðrenn tiltakið byrjaði.

Í rættinum greiddu tær tríggjar kvinnurnar frá, at teirra tiltak í kirkjuni var politiskt og hevði einki við trúgv at gera.