Ein av heimsins størstu narkobarónum handkin í Amsterdam

Hollendska løgreglan hevur handtikið Tse Chi Lop. Hann verður samanborin við narkobarónum Joaquín »El Chapo« Guzmán

 

Hollendska løgreglan hevur handtikið hann, sum tey halda vera leiðaran fyri eitt av heimsins størstu narkokartellum. Tað upplýsir Thomas Aling, talsmaður fyri løgregluna.

Talan er um ein 56 ára gamla kinesiskt føddan mann, sum er kanadiskur ríkisborgari, og nevnist Tse Chi Lop.

Hann er á listanum hjá amerikonsku samveldisløgregluni, FBI, yvir heimsins mest eftirlýstu persónar og verður samanborin við mexikanska norkabarónin Joaquin »El Chapo« Guzmán.

Hann varð handtikin fríggjadagin á flogvøllinum í Amsterdam, Schiphol, eftir áheitan frá avstralsku løgregluni, sum heldur, at felagskapur hansara hevur valdið á narkohandlinum í Asia, sum umsetur fyri umleið 440 milliardir krónur um árið

Tse Chi Lop verður helst latin Avstralia, eftir at hann er settur fyri ein dómara í Hollandi.

– Hann var longu á listanum yvir heimsins mest eftirlýstu, og hann varð afturhildin, grundað á fráboðanir, vit fingu, sigur Thomas Aling.

Sambært skjølum frá narkoløgreglu í fýra londum hevur Tse Chi Lop flutt millum Macau, Hongkong og Taiwan seinastu árini. Hann er áður dømdur og búði fyri árum síðani í Toronto í Kanada.

– Tse Chi Lop er í somu deild sum El Chapo ella kanska enntá Pablo Escobar, segði Jeremy Douglas, sum umboðar landssynnings Asia og Kyrrahavið á skrivstovuni hjá ST fyri narko og brotsverk (UNODC), við Reuters í 2019.

Tse Chi Lop verður illtonktur fyri at stjórna einum narkokartelli nevnt »The Company«.

Løgreglan kallar eisini kartellið »Sam Gor«. Tað merkir »triði bróðirin« á kantonesiskum – ein ávísing til eitt av mongu kallinøvnum hansara.

Bólkurin hevur sambært avstralsku samveldisløgregluni verið beinleiðis partur í minst 13 málum um narkosmugling síðani januar 2015.

Sambært avstralsku løgregluni hevur kartellið ábyrgd av upp til 70 prosentum av ølllum ólógligum evnum, sum koma inn í Avstralia.

/ritzau/Reuters