Á einum kamarið á ellisheiminum í Havn situr 89 ára gamla Eva Thomsen. Og í KFUK høpi er Eva Thomsen ikki ein og hvør. Nei, hon var ein av teimum fyrstu skótunum, sum var við tá KFUK varð stovnað, og er hon framvegis limur í 4. grein hjá KFUK, hóast sín høga aldur.
? Eg hevði tríggjar systrar. Tvær eldri og eina yngri, og tær eldru vóru við í Várgleði úti í Tinganesi. Har lærdu vit mangt og hvat hondarbeiði, og vóru tað tær størru genturnar, sum lærdu tær smáu. Tá var eg bert 9 ára gomul, fortelur Eva.
? Tann dagin KFUK byrjaði minnist eg væl. Tað var ein deiligan sólskins sunnudag. Vit stóðu allar hvítklæddar frá portrinum niðan framvið vegnum. Nógv fólk var komið saman hendan dagin.
Eva minnist, hvussu hon og hinar genturnar spældu úti á grasvøllinum uttan fyri KFUK. Inni í sjálvum húsinum var sungið og ymiskur annar aktivitetur.
? Eg haldi ikki, at eg eingongd kom inn í sjálvt húsið tann dagin, heldur Eva skemtandi fyri.
Frítíð og náttúra
Tíðin gekk, og Eva helt fram við Várgleði uppi í KFUK, men nøkur ár seinni, var hon nóg gomul til at vera skóti. Tað var tann 9. mei í 1928.
Eva var í fyrstu skótapatrúljuni hjá KFUK ? 2. patrúlju av skótum.
? Hetta var ógvuliga spennandi, greiðir Eva frá. ? Vit skuldu vera í uniformi. Grøna troyggju, slips, hvítan snór, floytu, myrkabláan niðurdeil og brúnar skógvar og sokkar. Harumframt høvdu vit eisini eitt leðurbelti, har tað bar til at bera ein hvít. Eisini var ein filthattur til at hava á høvdinum.
Í skótalívinum var tað tað andaliga, sum hevði fyrsta prioritet. Ein skuldi uppføra seg rætt, og við skótunum var Eva eisini ofta í kirkju.
? Ein var altíð vælkomin í KFUK, og hetta gjørdi tað ógvuliga stuttligt, sigur Eva Thomsen.
Fyri Evu hevur náttúran og frítíðin havt nógv at siga. Hon heldur fyri, at hevði tað ikki verið fyri KFUK skótunum, so hevði hon ikki verið á øllum teimum fjallatindunum, sum hon í dag hevur staðið á.
? Tjaldtúrar og legur havi eg glett meg yvir, men at ganga í náttúruni var nakað heilt serligt. Serliga minnist eg tveir túrar. Annar var á Slættaratind og hin var út í Nípuna í Norðadali.
Eva fortelur síðani, hvussu hon og hinar genturnar noyddust upp klokkan 3 á morgni fyri at síðani fara við bátinum klokkan 4 til Eiðis. Á Eiði vóru tær klokkan 7, og tá gekk leiðin niðan á Slættaratind.
? Sjálv hevði eg verið so ring av kikhosta, og eg kom ongantíð rættiliga fyri meg aftur sum barn, men niðan á Slættaratind slapp eg. Men ikki í toyskóm. Eg skuldi í kálvskinsskógvar. Pápi segði við meg, at eg skuldi í kálvsskinsskógvar, føroyskar sokkar og skóleistar. Men eg skuldi ikki í tað fyrr enn kom til Eiðis. Og teir svørtu kálvsskinskógvarnir við reyðum tveingjum høvdu tað við sær, at eg var tann einasta, sum kom turrføtt aftur til Havnar.
Summarsunnudagarnar tá veðrið var gott, vóru fraktbátar ella aðrir bátar, sum jú ikki arbeiddu sunnudag, leigaðir, og síðani var siglt til eina av oyggjunum, har farið var upp á eitt fjall.
? Men hjá skótunum lærdu vit mangt og hvat. Binda knútar, spleisa, skótalógina og skótalyfti og nógv annað.
Eva var við í KFUK til hon fór niður til Danmarkar í 1937, og niðri í Danmark var hon eisini skóti.
? Og nú fyllir KFUK 80 ár. Eg eri framvegis limur í 4. grein, og eg haldi, at tað er ógvuliga stuttligt, at KFUK eisini hevur eina grein fyri teir eldru limirnar. Men um eg fari til hátíðarhaldið, veit eg ikki rættiliga. Eg vil ógvuliga gjarna, men tað er avmarkað, hvussu langt kreftirnar strekkja, sigur 89 ára gamla Eva Thomsen at enda.