- Ein av frægu grindafilmunum

Hans Jacob Hermansen fegnast um nýggja filmin um grindadráp.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr samrøðuna við Hans Jacob Hermansen

 

Týsdagin varð nýggjur filmur um føroyskt grindadráp lagdur út á neti, og tað eru Elise Coker og Ed Ou frá Motherboard, ið hava framleitt nýggja filmin fyri stóru støðina VICE.

 

Grindafilmurin liggur á youtube-støðini hjá VICE, sum hevur fleiri enn 10 milliónir haldarar, og longu nú hava um 40.000 fólk sæð sjónbandi.

 

Hans Jacob Hermansen frá Grindamannafelagnum fegnast um filmin.

 

- Hetta er avgjørt av frægari filmunum, sum lýsa grindadrápið í Føroyum, men tó er sjónarhornið móti grindini betri umboðað enn tað sum er fyri, sigur hann.

 

Filmurin kann síggjast á her