Ein av elstu handlunum í landinum fingið andlitslyft

Seinastu vikuna hevur Handilin á Gørðunum í Vági, sum felagið D. J. Vilhelm eigur og rekur, verið stongdur vegna umvælingar.

Fyri stuttum lat handilin uppaftur og er tað sjón fyri søgn, at handilin tekur seg betri út, nú umvælingar og broytingar eru gjørdir í handlinum, skrivar sudurras.fo.

Alex Vilhelm, stjóri í D. J. Vilhelm, greiður frá, at tey í eina tíð hava arbeitt við at gera dagføringar í handlinum og tey eru væl nøgd við úrslitið.

D. J. Vilhelm verður 124 ár í næstu viku, so tað var eisini passaligt at lata upp við einum føðingardagstiltaki, sigur Alex Vilhelm.

D. J. Vilhelm varð stovnað sum matvøruhandil 27. januar í 1897 vesturi við Misá og telist handilin millum elstu matvøruhandlar og handlar annars í Føroyum, skrivar Suðurrás.

Í 1990árunum yvirtók D. J. Vilhelm ognirnar á Gørðunum og varð handilin tá fluttur út á Garðarnar og hevur síðani havt navnið Handilin á Gørðunum.

Í samband við 120 ára føðingardagin lat D. J. Vilhelm eisini upp kafe og savn í Handlinum á Gørðunum, har forvitnislig framsýning eisini er. Í hølunum á Gørðunum heldur eisini Reyða Kross handil til á 2. hædd.