Veðrið var av tí allarfagrasta um vikuskiftið, tá skótadepilin við Selatrað skipaði fyri familjulegu. Nógv fólk tóku av møguleikanum av vitjað Selatrað, og Magni Laksafoss metir, at undirtøkan var sum vanligt, eini 1000 fólk.
Onkrar broytingar vóru gjørdar í ár í mun til undanfarin ár. Millum annað var smoltstøðin tikin í nýtslu til fulnar.
- Smoltstøðin riggaði fantastiska væl. Industrikøkurin og kantinan syrgdu fyri at øll, ið vildu, fingu at eta, umframt at vit høvdu bál og grillpláss uttanfyri, sigur Magni Laksafoss.
- Eisini var virksemi meiri savnað í ár, og vit gjørdust rættiliga ovfarin. Familjum dámdu væl, at tey kundu spjaðast yvir fleiri virksemi, men allíkavæl halda eyga hvør við øðrum.
Skótadepilin er væl umtóktur og Magni Laksafoss heldur, at hann er allarhelst ein tann besti tílíki frítíðardepilin í norðurlondum, allarhelst í topp tíggju.
- Vit høvdu vitjan av nøkrum fyrrverandi, eldri skótum úr Danmark í síðstu viku, og teir mettu, at depilin her var nógv betri enn teir, ið Danmark, sigur hann.