Ein atkvøða til mín er ein atkvøða til Tvøroyri

Sverre Midjord


Fyrst fari eg at takka fyri tann stuðul, ið eg fekk til seinasta býráðsval, og ikki at gloyma løgtingsval. Eg eri takksamur, ikki er møguligt at takka hvørjum einstøkum, tí valini eru loynilig.
Men tey vísa, at tað arbeiði, ið eg havi gjørt gjøgnum árini, verður viðurkent.
Eg eri tvøramaður við stórum T. Tað skal ongin ivi vera um. Tað verður ført fram, at Sverre er ov gamal. Tað er so, at árini kunnu vit ikki renna frá. Tað var ein sending í sjónvarpinum, sum bleiv kallað »Den gamle«. Ein persónligheit, sum í sínum arbeiði sum kriminal-maður uppkláraði og greiddi torførar fløkjur.
Um skoðsmálið hjá teimum, ið kalla tann gamla ella gamli Sverre eru vend soleiðis, so taki eg tað ikki persónliga, tá er tað eitt kompliment.
Eg havi verið býráðslimur síðan 1962. Fyrst sum eykalimur og seinni sum fastur limur og havi soleiðis verið við at mynda viðurskiftini á Tvøroyri í mong ár. Og havi soleiðis sitið í býráðnum saman við nógvum góðum borgarum. Og eg havi onki persónligt útistandandi við tey mongu, sum eg havi samstarv við.
Tey seinastu 8 árini hevur verið eitt gott samstarv, soleiðis sum tað eigur at vera. Fyri 6 árum síðan avgjørdi eitt samt býráð, eftir tilmæli frá fíggjarnevndini, at vit skuldu fara undir niðurgjaldan av stóru skuldini hjá býráðnum. Og tað er gjørt soleiðis, at býráðið, ið tekur við, fær víðar ræsir fíggjarliga. Tað er goldið meira enn 50 milliónir. Hetta hevur sjálvandi ført við sær, at sitandi býráð ikki hevur havt stórt rásarúm, men tað komandi fær tað, soleiðis at nú kunnu tey, ið verða vald, gera meira til gagns fyri borgaran í okkara kommunu.
Tað fyrsta verður at fáa greiðu á sambýlis viðurskiftunum og farið kann verða undir at greiða hesi átrokandi viðurskifti. Tekningar og tað, sum krevst, er klárt.
Eg eri ikki samdur við samstarvsmanni mínum Finnleifi, tá hann á tí ítróttarliga økinum sigur, at vit hava ikki ráð. Um rætt verður borið at, so hava vit tað. Vit kunnu ikki bara lata standa til. Tí eri eg fyri, at nú verður farið undir at fyrireika bygging av svimjihøll og at gera eitt stadion til fótbóltin.
Eg havi ikki øll árini, eg havi verið býráðslimur, latið meg velja í býráðið fyri at fáa nakað frá býráðnum, men heldur at býráðið skal gera brúk av mær fyri at fremja tiltøk, og sum løgtingslimur fari eg at vera býráðsins forlongdi armur. Og uppá landsplan verður okkara sjúkrahús eitt mál, ið eg fari at verja. Eg havi fingið váttan fyri, at vit fáa eina nýggja rønku í ár, og onnur útgerð skal eisini fáast til vega. Somuleiðis skulu tey fíggjarligu viðurskiftini hjá okkara sjúkrahúsi førast á hædd við tað, ið Landssjúkrahúsið og Klaksvíkar Sjúkrahús fáa.
Ein atkvøða til mín er ein atkvøða til Tvøroyri.