Ein atkvøða fyri stjórnini

Í Fólkatinginum í dag atkvøddi undirritaði saman við donsku stjórnini og feldi eitt andstøðuuppskot, ið gekk ímóti einum stjórnaruppskoti um at leggja dent á sjálvstøðugar próvtøkur á donskum universitetum. Talan er fyrst og fremst um eina atkvøðu fyri at tryggja borgarligu stjórnini stuðul í einum máli, sum andstøðan gjørdi til eina politiska styrkiroynd

Samgonga og andstøða í Fólkatinginum brustu seinnapartin í dag saman í einari politiskari styrkiroynd, sum samgongan – og harvið stjórnin hjá Anders Fogh Rasmussen – vann. Undirritaði var við í hesi styrkiroynd og atkvøddi saman við stjórnini.

 

Málið, ið stríð stóð um, var eitt andstøðuuppskot, ið var sett sum mótuppskot móti einum stjórnaruppskotið. Í stuttum snýr uppskotið hjá stjórnini seg um, at donsk universitet frameftir skulu leggja størri dent á stjálvstøðugar próvtøkur heldur enn bólkapróvtøkur.

 

Framman undan atkvøðugreiðsluni í Tinginum hevði andstøðan uppsagt avtalurnar um "clearing" í hesum máli og greitt boðað frá, at ætlanin var at leggja stjórnina undir trýst og helst vinna meiriluta.

 

Undir slíkum umstøðum er støðan hjá undirritaða greið. Ein borgarlig stjórn við positivum og mennandi Føroya-politikki, skal ikki koma í minniluta og harvið nervast, um mín atkvøða kann forða fyri tí.

 

Tí atkvøddi eg saman við stjórnini í hesum máli. Úrslitið av atkvøðugreiðsluni var, at 84 atkvøddu ímóti og 81 atkvøddu fyri. Harvið fall andstøðuuppskotið. Eftir hetta varð stjórnaruppskotið samtykt.

 

Hóast talan er um eitt sokallað innanríkispolitiskt mál í Danmark, er málið kortini ikki meira innanríkispolitiskt enn so, at hvør einasti føroyingur á donskum universitetum verður fevndur av tí.

 

Grundleggjandi havi eg ta hugsan, at vit í útbúgvingarskipanini eiga at leggja høvuðsdent á sjálvstøðug avrik og próvtøkur. Hinvegin eigur møguleiki framvegis at verða fyri felags projektum og góðum samstarvi millum tey lesandi. Stjórnaruppskotið tryggjar hesi bæði, og tí eri eg fegin um, at stjórnaruppskotið nú er samtykt.