Ein annarleiðis listaframsýning

Edward Fuglø er sín egni! Og hvør er ikki tað, kanst tú spyrja. Men slíkt hugflog, hegni og handalag, sett saman við náðileysari trá eftir, at bert tað besta er nóg gott, ger list hansara serliga.

Ummæli: Dávur Winther

Løtan var hátíðarlig, tá ið dyrnar lótu upp í Listaskálanum í gjár, og Helgi Fossadal beyð vælkomin. Ein serlig listaframsýning við verkum eftir Edward Fuglø skuldi lata upp.

Ein tann størsta fjøld av fólki, sædd er í Listaskálanum, at kalla stúgvandi fullt. Helgi greiddi frá, at hetta var so hansara seinasta listaframsýning við honum sum savnsleiðara, tí 1. mai fer hann frá.

Helgi hevur rós uppborið fyri allar tær mongu spennandi listaframsýningarnar, hann hevur fingið í lag og ikki minst allar listabøkurnar, sum at kalla eru komnar raplandi í hansara starvstíð.

Til høvið í gjár kom enn ein bók út um listamannin ? »Edward Fuglø«, ið Eva Furseth hevur skrivað.

Guðrið Hansdóttir sang og spældi, áðrenn Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum flutti fram røðu, ið m. a. greiddi frá mongu og ymisk listagreinunum, Edward var so dugnaligur til: pallseting, sniðgeving, myndprýða og skriva bøkur, umframt málningalist og instalatiónir ? alt við serligum nærlagni.

Eisini var listaskálin umbygdur til høvið, og útiljósið blendað ? bert kunst- og neonljós. Fyrsta rúmið, tú kemur inn í, har tú sær niður í stórru høllina var fráskildrað og fylt við reyðligum ljósi. Síðani vóru fleiri onnur smærri høli við máningum og instalatiónum, har ljósið hevði serligt viðspæl.

Symbolikkur ella ímyndir er eisini stóra styrkin hjá Edwadi, har tú ikki sleppur framvið einum listaverki uttan at grunda um tað ? og oftast verður tú ikki liðugur at grunda.

Við heitum sum »The luncheon on the grass«, »Back from sightseeing«, »Bride«, sum stóð framman fyri »Lovebird« og »Child at hart«, »Cosmic event« m. a. við eini UFO eftir hválvinum á Húsum - Ja, so kundi tú ikki annað enn vera bergtikin av hesi serligu og annarleiðis listaframsýning við instalatiónum og ljósspæli, har tú fekk eina frálíka heildaruppliving av teimum serstøku.

Fleiri høvdu rósandi orð á munni. Fantastiskt, specielt, spennandi, annarleiðis, tit eru altíð so uppfinningarsom í Klaksvík.

Frálíkt!

Jú, Edward Fuglø er sín egin!