Ein annar sannleiki um realkredittlán

Realkredittlán frá Eik hava fleiri fyrimunir, enn Dimmalætting nevnir í síni greinarøð. Kundar við realkredittláni hava leingi havt væl bíligari rentu enn kundar við vanligum sethúsalánum. Í summum førum útvega hesi lán Eik atgongd til kapital, ið síðani aftur fer í umfar í Føroyum. Meðan alt fleiri bankar eru noyddir at venda kundum í hurðini, ber framvegis til at fáa realkredittfígging í Eik, um kredittvirðið annars er í lagi

Í Dimmalætting 14. og 15. januar er ein greinarøð, ið snýr seg um realkredittlánini hjá Eik Banka. Tí hesar viðmerkingar.

 

Tørvur kundans er grundarlagið

Lat meg beinanvegin undirstrika, at bankin leggur seg eftir at veita eina heiðurliga og ærliga ráðgeving. Okkara kundaráðgevarar vita – og hava fingið undirvísing í – at veruligi tørvur kundans er útgangsstøðið fyri allari ráðgeving. Til eina og hvørja tíð er tað kundin, ið tekur avgerð um, hvørt hann vil hava eina tænastu.

 

Hetta merkir m.a., at sonevnda “kanónsølu” vilja vit ikki hava í okkara banka.

 

Ongin banki kann loyva sær at trýsta ávís produkt yvir á kundarnar, tí so rýma kundarnir sjálvandi. Hetta er eisini í stríð við grundleggjandi bankasið.

 

Hinvegin skal bankin sjálvandi vinna pening uppá sítt virksemi og sína ráðgeving. Hetta er sum vera man grundleggjandi í øllum bankavirksemi og vinnuligum virksemi annars.

 

Røsk starvsfólk fáa eyka viðurkenning

Í Eik fáa kundaráðgevarar avriksløn. Tað merkir, at kundaráðgevarar fáa eitt sindur meira í sín part, um teir náa sett mál. Harumframt skipa vit av og á fyri innanhýsis sølukappingum, har kundaráðgevarar kunnu vinna eitthvørt. Tað kann vera ein flogferðaseðil ella ein góður biti á einari matstovu e.l.

 

Hetta er góð og sunn starvsfólkarøkt. Avriksløn og sølukappingar eru avmarkaðar og eru mest av øllum við til at motivera starvsfólkini í dagliga arbeiðinum.

 

Eik Banki er einasti peningastovnurin í Føroyum, ið veitir Realkredittlán. Henda tænasta er lutfallsliga nýggj fyri okkara kundar, og tað krevur munandi meira vitan, orku og nærlagni hjá okkara kundaráðgevum at greiða kundunum frá um møguleikarnar við realkreditti, í mun til at vísa kundanum á eitt av gomlu sethúsalánunum. Í allar flestu førðum er realkredittur betra valið. Tí er náttúrligt at eggja kundaráðgevunum til at greiða kundunum frá um realkreditt.

 

Hinvegin, so royna vit at tryggja, at avriksskipan og sølukappingar ikki sleppa at skeikla ta góðu og grundleggjandi kundaráðgevingina, m.a. við hollari útbúgving og við at skjalfesta ta ráðgeving, ið fer fram. Hartil kemur, at talan er um eitt varandi kundasamband; kundaráðgevin skal møta kundanum aftur, og hevur tí ein sjálvstøðugan áhuga í, at ráðgevingin er røtt og góð.

 

Eik hevur kunnað um avriksløn

Longu fyri einum lítlum ári síðani upplýsti Eik alment um sína avrikslønarskipan í ársfrágreiðing sínari fyri 2007. Henda frágreiðing er børsfráboðað og er eisini til taks á heimasíðu bankans.

 

Hinvegin mugu vit taka í egnan barm, tá tað kemur til sølubonus; her áttu vit helst at havt kunnað betri, eins og nýggja kunngerðin um góðan bankasið frá 3. oktober 2008 ásetur. Vit hava tí nú, – í tráð við góðan bankasið – lagt eina kunning á heimasíðu okkara um hetta. Vit fara harumframt at vita, um vit sum heild kunnu styrkja kunningina í tráð við nýggju kunngerðina um góðan bankasið.

 

Stórir fyrimunir við realkreditt

Dimmalætting nevnir tíverri ikki, at realkredittlán leingi hava havt eina rættiliga nógv bíligari rentu enn vanlig bústaðalán. Harvið er fyrst og fremst talan um eitt gott og kappingarført produkt fyri kundarnar.

 

Í skrivandi løtu er rentan á RTL1-realkredittlánunum heili 1,71 prosentstig lægri enn á 1. veðrættarlánunum. Tað er ein fyrimunur fyri kundarnar.

 

Realkreditt minkar um rentuváðan

Nevnt verður dømi, har fólk, ið hava biðið um ein skáa, eru komin út aftur við einum realkredittláni, har tey samanlagt koma at rinda meira aftur.

 

Her mugu vit minnast til, at ein skái eisini merkir, at ein kemur at rinda meira aftur, tí eisini eitt av gomlu sethúsalánunum rentar, hóast tað ikki verður goldið niður!

 

Fyri tað næsta ber ikki til frammanundan at siga, at viðkomandi kemur at rinda meira aftur enn við einum av gomlu sethúsalánunum. Tað veldst um rentugongdina!

 

Heimurin hevur ongantíð upplivað, at rentan hevur verið óbroytt í eitt 20 ella 30 ára skeið, sum tað tekur at rinda aftur eitt sethúsalán! Fært tú eitt av gomlu sethúsalánunum, meðan rentan er 5%, og rentan síðani økist til 10%, so rindar tú munandi meira aftur, enn tú hevði ætlað. Hinvegin, fellur rentan, so rindar tú minni aftur. Tað er lántakarin, ið ber váðan í hesum føri. Tí skal hann eisini hava nakað at standa ímóti við fyri at hava hetta slagið av lánum.

 

Við einum realkredittláni til fasta rentu veit lántakarin við vissu, hvussu nógv hann skal gjalda, uttan mun til hvussu rentan annars háttar sær. Lántakarin hevur soleiðis ongan rentuváða. Hetta er ein orsøk til, at fólk, ið ikki hava so nógv at standa ímóti við, ofta við fyrimuni kunnu fáa eitt realkredittlán, tí tað minkar um váðan hjá húsarhaldinum.

 

Millum realkredittlánini við fastari rentu og gomlu sethúsalánini hava vit hartil rentutillagingarlánini, - eitt slag av realkredittlánum, har rentan er føst í eitt styttri tíðarskeið, millum 1 til 10 ár. Hesi lánini líkjast meira gomlu sethúsaláninum við skiftandi rentu, men rentan hjá kundanum er bara lægri.

 

Eik veitir trygd fyri øllum realkredittlánum

Dimmalætting fær tað til at vera illgrunasamt, at realkreditt ikki bert er ein fyrimunur fyri kundarnar men eisini fyri Eik Banka, og at Eik fær atgongd til gjaldføri umvegis realkredittlánini.

 

Í grundini er hetta ein vinn-vinn-støða, og tað er positivt: Kundin fær atgongd til eitt betri lán. Eik fær atgongd til gjaldføri. Og gjaldførið kemur út í umfar í føroyska samfelagnum.

 

Í einari fíggjarliga trongari tíð, har peningastovnar sum heild eru sera afturhaldandi við at veita lán til bústaðabygging, veitir Eik framvegis lán til kundar, ið hava kredittvirðið í lagi. Hetta er sera positivt og er við til at tryggja, at samfelagshjólini í Føroyum halda fram at mala.

 

Teir kundar ið leggja um til realkreditlán eru eins góðir kundar og aðrir kundar. Eik veitur trygd fyri øllum realkreditlánum og tí er talan um eina misskiljing, at pástanda at Eik við realkreditláni roynir at sleppa av við kundar.

 

Á heimasíðu bankans – HYPERLINK "http://www.eik.fo" www.eik.fo – eru fleiri upplýsingar um realkredittlán.

 

Vónandi skapa hesar viðmerkingar eina frægari javnvág í greinarøðina hjá Dimmalætting.