Ein Annar Astra

Opel er fyrr í ár komin við nýggja Astraættarliðnum - og broytingarnar eru stórar: 12 ára rustgaranti, munandi størri kabinu, fýra airbag, sera góðar koyrieginleikar og meginparturin av útgerðini er standardútgerð

Hann er ein góður trumfur hjá Opel - tann nýggi Opel Astra. Borin saman við Golfin, sum næstan altíð verður brúktur sum útgangspunkt, er prísurin um 10.000 krónur undir. Við Opel Astra letur Opel eisini fyri fyrstu ferð 12 ára rustgarantiið - so hetta skuldi verið góð útlit fyri ein miðal familjubil. Tann nýggi Opel Astra er eitt sindur størri - og hann flytir seg ein hálvan bilaklassa upp .

Men hinvegin so er tað nærum yvirstaðið við Astra sum 3-hurðaður, men hann er nýliga komin á marknaðin. Fyri tað næsta er Astra við trimum hurðum dýrari enn tann 5-hurðaði. Frágreiðingin upp á hetta er, at meðan Astra 5-hurðar verður sendur á marknaðin við grundútgerðini (Family), byrjar tann 3-hurðaði í øðrum klassa - kallaður Club.

Soleiðis verður tann bíligasti Astra ein 5-hurðaður Family við 65 hk motori sum kostar 148.000, meðan 3-hurðasniðið byrjar við einum prísi upp á 156.000 krónur fyri ein við 75 hk.

Eingin ivi er um, at tað er rætt av Opel at satsa upp á fimm hurðar. Í teimum »feitu 90?unum«, sum útlendskir bilablaðmenn nevna nítiárini í bilasamanhangi, fara nýbilakeyparar ikki at tíma at stríðast við forseturrygglenini, hvørja fer onkur skal á ella av baksetrinum. Afturat at hesum líkist tann 3-hurðaði so nógv einum coupé, at trupult er við hæddini á baksetrinum. Í 5-hurðasniðnum situr ein vaksin rímuliga væl á baksetrinum, takkað verið skurinum í loftinum, men lærstuðlin vantar.


Tríggjar ella

fimm hurðar

Opel í Danmark væntar, at tað verður rein Wagon-útgáva (stationcar), sum fer at selja mest. Her byrjar prísurin við 162.000 fyri ein við 1.6 l og 75 hk.

Sum nevnt flytur tann nýggi Astra seg ein hálvan bilklassa upp. Avstandurin millum fram- og bakhjól er øktur við umleið 10 cm, og tað merkist í kabinuni.

Eitt annað, ið eisini er viðvirkandi til, at bilurin tykist rúmligari er, at framrúturin hellur so nógv, at tú valla nært glasið úr førarasetrinum. Breiddin er eisini økt við 1,3 cm.

Tað er eydnast Opel at økja um góðskuna í næsta ættarliðnum av Astra. Saman við øktu rúmdini tykist tilfarið í kabinuni eisini hoyra hægri klassa til.

Men nógv annað nýtt er eisini við sniðsskiftinum. Eitt tað fyrsta, vit leggja til merkis, er rustgarantiið upp á 12 ár - meðan tann gamli Astra heldur var tiltikin fyri rust.

Við hesum garantii kanst tú hava bilin í seks ár og framvegis bjóða næsta eigara líka langt rustgaranti sum við einum nýggjum japonskum bili - tað fer at bøta um brúktbilaprísin.

Tann nýggi Astra er heilgalvaniseraður!


Ein onnur minni nýggjheit er ein 1,2 liturs Ecotec motorur. Veitingarevnið er bert 65 hk, og maskinan vendir sær tí hvørki til tann, ið ferðast, ella tann, ið skal nýta bilin til arbeiðskoyring. Men hetta er nóg mikið til privatkoyring skjótt og friðarliga - í Danmark, mugu vit skunda okkum at leggja afturat. Tí í Føroyum er hann ikki so væl egnaður, tí skalt tú koyra nógv í brekkum, mást tú ofta niður í 2. gear og »grulva« niðan - og omaneftir er hesin motorurin ein ov lítil motorbremsa, so vandi er fyri, at bremsurnar gerast ov heitar.

Toppferðin við hesum motori er 165 km/t, og 0 til 100 km/t verður gjørt upp á 16 sekund.

1.2?urin skal altso seljast upp á raksturin, men Opel fær trupulleikar við at sannføra fólk um, at ein 1,2 motorur er nóg mikið í einum miðalklassabili.

Tann nýggi Astra hevur sum standard fýra airbag, fimm nakkastuðlar, selastrammarar, pedalir, ið benda sær burtur við samanstoyt, betri ABS-skipan og elektriska servostrýring, ið sparir orku, tá skipanin bert brúkar megi, tá hjólini verða snarað.

Víðari kann nevnast, at líka frá grundsniðnum er fjarstýrt sentrallás, koppahaldari, RDS-anlegg, tvíbýtt baksetur - og í Wagonsniðnum takboylar, surrikrók og lodrætt hundanet.


Astra II imponeraði rættuliga við premieruna í Eysturríki fyrr í vár. Bilurin koyrir rættuliga væl. Stýringin er ógvuliga neyv, og fjarðingin føst og sportslig, eru ummælarar samdir um. Teir siga eisini, at Opel uttan iva fær eydnu við hesum bili, sum er beinleiðis stuttligur at koyra.

Góðskan er í toppi. Og - fært tú ikki prestisjuna, sum tú fært við einum Golfi, so sleppur tú tað bíligari - og tú fært meiri eykaútgerð