- Tað órógvar meg rættiliga illa at hoyra allar søgurnar um starvsfólk í Nærverkinum ikki tora at siga sína meining.
Tað staðfestir Annika Olsen.
Hon er landsstýriskvinna í almannamálum og hevur sostatt evstu ábyrgdina av Nærverkinum.
Hon var til staðar á fundinum í Miðvági hóskvøldið, har nógv fólk greiddu frá, at starvsfólk í Nærverkinum tora ikki at siga sína meining, tí tey stúra fyri at verða uppsøgd.
- Tað, eg havi hoyrt í kvøld, órógvar meg rættiliga illa, staðfestir hon.
Hon heldur í øllum førum, at álitisfólk á teimum ymsu stovnunum eiga at vera so mikið væl vard í starvinum, at tey kunnu tala sakina hjá starvsfólkunum.
Hon sigur, at hon hevur hoyrt onkrar søgur um hetta.
- Men at tað skal vera so vanligt, sum hetta ber boð um, er serstakliga óunniligt at hoyra.
Hon sigur, at nú fer hon at kalla leiðslurnar á teimum ymsu stovnunum til fundar um hesi viðurskiftini.
Hon fer eisini at tosa við fakfeløgini hjá starvsfólkunum, talan er um.
- Eg vil hava greiði á, hvat liggur í øllum hesum útsøgnunum, leggur hon afturat.
- Tað kann ikki vera meiningin, at vit skulu liva í einum samfelagi, har fólk ikki skulu tora at siga sína meining.
- So hava vit ein alvorligan trupulleika og tað mugu vit sjálvandi taka upp og fáa greiði á.
- Mín grundleggjandi fatan er, at ger ongin vart við seg, tá ið umstøðurnar ikki eru nøktandi, fáa vit heldur ikki bøtt um skipanina.
Sum ein bukað kona
Hans Trygvi Teirin, løgfrøðingurm, sum var orðstýrari á fundinum, helt, at tað er heilt ófatiligt, at vit skulu hoyra søgur sum hesar, yvir 200 ár eftir fronsku kollveltingina, har fólk lótu lív fyri talifrælsi.
- Øll hava rætt at siga sína hugsan, men tað skal sjálvandi vera undir ábyrgd.
- Eg kann ikki koma til aðra niðurstøðu, enn at føroyingar eru sum ein bukað kona. Vit hava eina mentan, har ið vit ikki tora at siga okkara meining á røttum staði, segði hann á rámandi myndamáli.
Hann sigur, at er skipanin bara nøkunlunda at sær komin, fáa fólk, sum eru fyri avleiðingum av slíkum, endurgjald fyri tað, leggur hann afturat.
LES EISINI: Starvsfólk kúgað til at halda kjaft










