Henrik Weihe Joensen, ráðgevi í trygdar-, verju- og tilbúgvingarmálum, sigur, at tað er ein sera álvarsom støða, vit nú eru í, eftir at sjálvboðnu bjargingarfólkini kring landið hava lagt arbeiðið niður, so leingi sum eingin tryggingaravtala er gjørd fyri tey.
Í gjárkvøldið boðaði landsfelagi fyri bjargingarfeløgini boðaði frá, at tey niðurleggja sítt virksemi, umframt at bjargingarbátarnir Lív, Sverri og Vón verða lagdir. Orsøkin er, at tryggingarviðurskiftini hjá sjálvbodnu bjargingarfólkunum eru ógreið.
- Hetta er ein álvarslig støða, tí tey mongu sjálvbodnu bjargingarfólkini eru saman við kommunalu- og landstilbúgvingini bulurin í føroysku tilbúgvingini. Bjargingarfólkini eru tøk døgnið- og árið runt fyri at hjálpa borgarum og tryggja virðir í føroyska samfelagnum. Hetta er ikki vandaleyst arbeiði, og tí mugu tryggingarviðurskiftini vera í lagi, skrivar Hendrik Weihe Joensen.
Hann vísir á, at viðmerkingarnar til tilbúgvingarlógina viðurkenna, at viðurskiftini hjá bjargingarfólkunum eru ikki nóg góð, og at okkurt má gerast, fyri at lógin skal veita sjálvbodnu feløgunum eina tryggari grund at virka út frá.
- Tryggingarviðurskifti eru – saman við omanfyri nevndu fortreytum - ein týdningarmikil fortreyt fyri, at sjálvboðin bjargingarfólk kunnu útinna tilbúgvingar-uppgávur á landi og sjógvi á einum tryggum grundarlagi, skrivar hann og heitir tí á landsstýrismannin í tilbúgvingarmálum at taka um endan og skipa fyri, at ein loysn verður funnin sum skjótast.