Nú er ein almennur stovnur afturat fluttur til Suðuroyar.
Tað hendir eftir at Johan Dahl nú um dagarnar gjørdi av at flyta umsitingina av liloyvum til Suðuroyar.
Í seinastuni hevur verið søkt eftir einum aliumsitara og tað starvið er akkurát nú sett.
Tað er Kristina Vilhelm í Vági, sum er sett í starvið. Hon er lívfrøðingur og hon byrjar í starvinum í næstu viku.
Kristina Vilhelm hevur royndir úr alivinnuni, har hon hevur arbeitt við at gera innanhýsir virkisætlanir og úr Danmark hevur hon eisini viðkomandi royndir, har hon hevur arbeitt við umhvørvisumsiting.
Talan er ikki um eitt fulltíðarstarv, men um eitt hálvtíðarstarv og helvtina av tíðini skal hon halda fram at arbeiða fyri Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, har hon eisini arbeiðir nú, upplýsir Johan Dahl, landsstýrismaður.
Tá ið brúkaraumboðið er flutt til Suðuroyar, er ætlanin at umsitarin av aliloyvum skal flyta inn í sama hús