Tað skrivar danska travelpeople í greinini, har tey viðgera uppsagnina av Magna Arge.
Heimasíðan grundgevur hesa støðu við politisku støðuni í Egyptalandi. Ein partur av rakstrargrundarlagnum undir teimum trimum Airbussurin var avtalan við Atlantis, sum skuldi nýta eitt av flogførunum til at flúgva ferðafólk til Egyptaland.
Politiska støðan í landinum hevur tó borið við sær, at hesar ætlanir ikki halda, og tí verður ein tann fyrsta uppgávan hjá Jørgen Holme eftir øllum at døma at sleppa sær av við eitt av Airbus-fløgførunum.