Nú liggur kavin fleiri staðni og tað dámar børnunum. Eitt er, at børn spæla í kavanum, men viðhvørt kann spælið verða vandamikið – og tað var tað í gjárkvøldið hjá nøkrum børnum í Hoyvík.
Í gjárkvøldið varð nevniliga ringt til løgregluna at boða frá, at nøkur børn stóðu við Vegin Langa og tveitti kavabløk eftir bilum. Løgreglan fór á staðið, men tá ið tey nærkaðust, hvurvu børnini í allar ættir.
Men í hesum sambandi heitir løgreglan á øll foreldur um at greiða børnunum frá, at tað kann verða sera vandamikið at tveita kavabløk eftir bilum. Løgreglan sigur, at bilførarin kann verða so kløkkur, at hann missur tamarhaldið á bilinum og ger skaða við at koyra á okkurt – ella onkran.
Serliga táið tað er hált hevur tað alstóran týdning, at bilførarar hava fult tamarhald á bilinum, sigur løgreglan.