Seinast vit høvdu uppgang við nógvum brimi í Skopun, kom stórt skarð í grótkastið á Símunarbugt
Grótkastið á Símunarbugt er í stórum vanda fyri at skrædna heilt í næsta uppganginum, sum kemur og vil tað føra við sær, at skopunafjørður so gott sum frítt kann streyma inn á parkeringsøkið og oman í bátahylin. Hetta vil vera ein katastrofa fyri havnaøkið, fyri bátar, sum liggja í bátahylinum og bilar, sum standa parkeraðir niðri á kajøkinum.
Álvarsemi í hesu máli bara veksur enn meir, tá hugsa verður um, at tað sum eftir er av verandi grótkasti vil við tíðini máðast burtur.
Hetta er einki minni enn ein vanlukku fyri okkum, sum búleikast í bygdini og fyri aðrar, sum hava bátin liggjandi í skopunarhavn.
Eg fari tí at heita á samgonguna og fíggjarnevndina um at finna pening til hesa umvæling í inniverandi ári, áðrenn veturin kemur á okkum og skaðin gerst enn størri og kostnaðarmiklari.










