Fyri tveimum árum síðani fór Bústaðir undir byggiverkætlanina á Kneysum á Toftum, saman við Byggifelagnum KBH, Teknistovnu í Gøtu og Nes kommunu. Talan er um verkætlan við tveimum bygningum, har tann eini er til leiguíbúðir og hin er til lutaíbúðir. Tíðliga í juni í ár yvirtók Bústaðir bygningin við átta lutaíbúðunum og gjár varð stovnandi aðalfundur í hølunum hjá KBH á Toftum, har lutaíbúðafelagið varð sett á stovn.
Tá ið freistin fyrr í ár varð farin at koma á bíðilistan, høvdu yvir 30 fólk boðað frá, at tey vóru áhugað í at keypa eina lutaíbúð á Kneysum. Síðani varð skipað fyri lutakasti, fyri at finna raðfylgjuna á teimum, sum stóðu á bíðilistanum, og síðani setti Bústaðir seg í samband við tey í teirri raðfylgju tey stóðu, fyri at vita, um tey nú eisini vildu binda seg til eina íbúð.
Byggingin, har Byggifelagið KBH hevur verið heildararbeiðstakari og Bústaðir sigur, at tað hevur gingið sera væl. Bygningurin við lutaíbúðunum var liðugur tíðliga í juni, tá Bústaðir yvirtók bygningin og tað var eftir tíðarætlanini.
Mikudagin skipaði Bústaðir fyri at at tey, sum hava bundið seg til eina lutaíbúð, fingu kunning um íbúðirnar, og har Advokatskrivstovan gjøgnumgekk uppskotið til viðtøkur. Øll, sum hava sett seg fyri eini lutaíbúð, vórðu umboðað á fundinum.
Á ein hátt var hetta ein søguligur fundur, tí á fundinum varð Lutaíbúðafelagið á Kneysum stovnað – tað fyrsta lutaíbúðafelagið, sum er stovnað eftir løgtingslógini um lutaíbúðafeløg. Lutaíbúðarfelagið á Kneysum yvirtekur nú tær átta lutaíbúðirnar frá Bústøðum og eru tað nú teir átta lutakeypararnir, sum mynda felagið.
Talan er um átta eins íbúðir á umleið 75 fermetrar og tær liggja væl fyri beint omanfyri havnarlagið á Toftum. Tað er stutt í skúla, og útsýnið yvir fjørðin er gott. Allar íbúðirnar hava gongd, baðirúm, køk og stovu, og tvey kømur. Allar íbúðirnar hava egna inngongd og terassu ella altan. Úthús hoyrir til íbúðirnar og parkeringsøki eru við bygningarnar.
Eitt endamál við Bústøðum er at fjøltátta bústaðaútboðið og sostatt er hetta ein ýskapandi og væleydnað verkætlan, sigur Bústaðir. og tey leggja afturat, at hetta hevur vakt stóran ans, og tað tykist sum um at tað er sera stórur áhugi fyri lutaíbúðum kring alt landið.










