Eisini økjast krøvini hjá børnunum alsamt meira í tí tey gerast eldri, og vinfólk fáa munandi størri týdning. Sum foreldur vil man sjálvandi geva barni sínum tað sama sum vinfólkini hava. Men hjá nógvum er tað tíverri ikki møguligt.
Serliga eru tað stakir uppihaldarar, sum hava tað trupult.
Minnist væl eina grein í bløðunum fyri nøkrum árum síðan, har ein mamma greiddi frá, at fann hon eina tjúgu krónu á gøtuni, ja so va dagurin bjargaður.
Soleiðis skal tað ikki vera í einum vælferðarsamfelagi. Børnini eru ábyrgdin hjá okkum øllum, og teirra vælvera má altíð vera eitt felags mál.
Í Føroyum hava vit eitt tað størsta skattatrýsti í øllum heiminum. Barnafamiljurnar fáa eitt sindur av stuðli gjøgnum barnafrádráttin, men tíðin er nú búgvin til at økja um hendan stuðul.
Børnini og barnafamiljurnar eru Føroya framtíð. At tey trívast og støðast í Føroyum er avgerandi fyri alt samfelagið.
Tí vil eg vera við til at betra um livikor teirra.









