Á P/F Eimskip siga tey, at yvirtøkan er gjørd soleiðis, at viðskiftafólkini sum minst merkja hetta eigaraskiftið, eitt nú við at telefonnummurini eru tey somu.
Eimskip í Føroyum, sum einamest bert hevur havt flutning sjóvegis, hevur nú eisini egna deild, sum tekur sær av farmaflutningi loftvegis, og siga tey á Eimskip, at síðsta stigið er tikið til tess at Eimskip í Føroyum kann veita viðskiftafólki sínum enn betri tænastu.