Eimskip riggar av í Føroyum

25 fólk eru søgd úr starvi hjá Eimskip í Føroyum. ? Samanleggingin millum Eimskip og Skipafelagið krevur rationaliseringar, sigur Brynjar Viggóson, stjóri á Eimskip í Føroyum

Av teimum 25 fólkunum, ið hava starvast hjá Eimskip, hevur umleið ein triðingur fingið at vita, at tey kunnu halda fram hjá Skipafelagnum. Vit frætta, at átta av starvsfólkunum hava fingið starv aftur á Skipafelagnum.
? Orsøkin til uppsagnirnar er fyrst og fremst, at samanleggingin krevur, at vit ikki hava nakrar dupultfunktiónir, sigur Brynjar Viggóson, ið leggur afturat, at hetta var torførasta uppgávan, hann hevur havt sum stjóri hjá Eimskip í Føroyum. Eitt starv hann hevur røkt í eitt ár.
Hetta er beinleiðis orsøkin til uppsagnirnar, men um vit hyggja eftir heildarmyndini, kunnu vit staðfesta, at virksemið hjá báðum feløgum hevur verið minkandi, og hetta hevur kravt eina samanlegging. Á tann hátt kann tað sama flutningsvirksemið rekast munandi bíligari enn áður.

Kundin má ikki svíða
Spurningurin er síðani, um hendan samanleggingin ikki fer at fáa negativar avleiðingar fyri kundarnar hjá flutningsfyritøkunum.
? Eg rokni ikki við, at kundin fer at líða undir hesa samanleggingini, og tað má fyri alt í verðini ikki henda. Skipafelagið verður effektivar í sínum virksemi, og tað rokni eg við, at kundin fer at kenna ágóðan av, sigur stjórin á Eimskip í Føroyum.
Men vísir tað seg ikki ofta, at jú færri veitarar eru á marknaðinum, tess verri verður tænastan?
? Vit skulu minnast til, at hetta er ein opin marknaður, og tí ber tað ikki til hjá Skipafelagnum at hugsa, at nú vit eru einsamallir nýtist okkum ikki at veita eins góða tænastu, tí so tapa teir í longdini, sigur Brynjar Viggóson, ið heldur fram sum prosjektleiðari í Eimskip, inntil samanleggingin er framd til fulnar.
Hann leggur afturat, at felagið fer at kanna møguleikarnar fyri at bjóða onkrum av starvsfólkunum starv á skrivstovunum hjá Eimskip í øðrum londum.
Starvsfólkini eru uppsøgd frá 1. september, og tey flestu hava eina uppsagnartíð á 3-6 mánaðir.
Á portalinum mánadagin stóð at lesa, at ongar uppsagnir verða á Skipafelagnum Føroyar orsakað av hesi samanleggingini. Tó verða væntandi nakrar umlegginar framdar á Skipafelagnum, men júst hvussu hesar fara at merkjast hjá starvsfólkinum er ógreitt.
? Vit hava ongar ætlanir um uppsagnir, sum eru beinleiðis tengdar at samanleggingini, sigur Árni Joensen, stjóri á Skipafelagnum, í stuttari viðmerking. Hann leggur tó afturat, at flutningsvinnan mangan er turbulent og dynamisk, og tí kann tað vera torført at siga nakað nágreiniligt um framtíðarútlitini.