Jan Müller
Sosialurin skilur, at tilsamans fýra fyritøkur eru við í ætlanini. Umframt Eimskip eru nøkur feløg í Skotlandi sinnað at verða við í verkætlanini. Upprunaliga kemur hugskotið til nýggju farleiðina eisini úr Skotlandi og er tað eftirhondini eini tvey ára gamalt. Tað er ynskið um at fáa fast sjóvegis samband millum Skotland og Ísland, sum fyrst og fremst er grundarlagið undir ætlanini. Seinni eru so Føroyar eisini komnar inn í myndina.
Talan er um at fáa fleiri ferðafólk til Ísland og eisini hinvegin. Stjórin á Eimskip, Svavar Ottosson sigur, at fer tað framhaldandi at ganga væl við búskapinum í Europa, so skuldi verið pláss fyri tveimum ferðamannaskipum í Norðuratlantshavi. Tað er greitt, at síðani Smyril gavst at sigla til Skotlands hevur verið ein tørvur á sjóvegis flutningi millum Skotland og so Føroyar og Ísland. Tað er m.a. henda tørvin, sum Eimskip og áhugaðu feløgini í Skotlandi vilja nøkta.
Hjá Eimskip verður annars arbeitt miðvíst við at gera seg út til komandi oljuleiting. Fyritøkan hevur sett fleiri starvsfólk til at arbeiða við oljuspurninginum og luttók Eimskip á stóru altjóða oljumessuni í Aberdeen herfyr.
Hjá Eimskip síggja tey møguleika fyri at fáa nakað av arbeiði, tá rør og annað tilfar skal flytast til Føroya í sambandi við boring eftir olju á landgrunninum. Í hesum sambandi hevur Eimskip havt fleiri fyrispurningar hjá ymsum myndugleikum um at leiga pláss til at leggja borirør ol. á. Eitt nú hava teir spurt seg fyri á Sundi og í Havn.
Sosialurin skilur, at okkurt skjótt fer at henda í spurninginum um bygging av nýggjum skrivstovubygningi. Eimskip ætlar at byggja nýggjan bygning yvir við Strond, men málið er ikki endaliga avgreitt frá býráðnum.









