Brynjar Viggoson skal lyfta arvin eftir Lindu Bjørk Gunnlaugsdóttir, sum hevur verið stjóri í Eimskip í trý ár. Hon fer nú til Íslands, har hon skal leiða eina deild hjá Eimskip Transport.
Brynjar Viggoson hevur arbeitt hjá Icelandic Freezing Plants og hjá Eimskip í Íslandi, sum sølumaður. Seinasta árið hevur hann verið í Hollandi, har hann hevur tikið prógv sum MBA á Haag University.
md
Myndatekstur:
Fráfarandi og nýggi stjórin hjá Eimskip. Brynjar Viggoson setur seg í stjórasessin hjá Eimskip 1. august 2003