Avgreiðslan hjá Eimskip á bryggjuni í Havn er flutt av skrivstovuni niður í nýggj høli á sjálvari bryggjuni.
Í tíðindaaskrivi sigur Eimskip, at hetta er gjørt til tess, at fólk skulu sleppa undan at ganga upp á skrivstovuna fyri at fáa vøru útfýggjaða. Nú kunnu tey í staðin fara beinleiðis í avgreiðsluna, sum er beint uttan fyri pakkhúsið. So kann alt avgreiðast um eina leið.
Eisini hevur Eimskip gjørt íløgur í vørubil og bummlyftara. Nýggi vørubilurin er keyptur til tess, at lættari skal vera at koyra vøruna út til viðskiftafólk felagsins í miðstaðarøkinum.
Bummlyftarin fer at gera tað bæði lættari og skjótari at lossa skipini við bryggjuna.
Hesin bummlyftarin hevur innbygda vekt, sum sigur frá, um ein bingja er ov tung. Vektin verður skrásett beinanvegin, og bingjur, sum ikki halda ásettu vektina, verða avvístar.
Hetta hevur ikki bara vansar við sær, men kann eisini hava tann fyrimun, at sendarin uttanlands sleppur undan endurgjaldskrøvum, ið kunnu koma, sum avleiðing av yvirvekt.
Eimskip hevur nógv skip, og skiftandi hava tey siglt upp á Føroyar. Seinastu tíðina hava Skogafoss og St. Pauli verið at sæð í Havn. Hesi gevast nú, og tveir gamlir kenningar koma aftur. Tað eru Bakkafoss og Dettifoss. Teir eru bæði skjótari og størri enn hini bæði skipini. Eisini hevur Eimskip skift Hanne Sif út við skyldkonuna Lone Sif. Lone er eisini størri og skjótari enn Hanne, verður sagt í tíðindaskrivi frá Eimskip í Føroyum.