Eimskip hevur frígoymslu

Fyrsta frígoymslan í Føroyum varð skipað í pakkhúsinum hjá Eimskip á Eystaru Bryggju í Havn í januar. Skipanin lættir væl um hjá teimum, sum inntflyta og selja víðari

 

Innflutningur

Nú ber til at leggja vørur á frígoymslu í Føroyum. Eimskip hevur gjørt eina slíka í pakkhúsinum á Eystaru Bryggju í Tórshavn.

Tað eru fleiri fyrimunir við eini frígoymslu. Vøran kann flytast inn og leggjast á goymslu, uttan at neyðugt er at leggja pening út fyri avgjøld so sum mvg og møguligan toll. Og tað verður eisini væl minni av pappírsarbeiði, tá vøran í veruleikanum bara skal avgreiðast einaferð heldur enn fleiri ferðir.

Frígoymslan virkar á tann hátt, at eitt felag flytir eina ávísa vøru til Føroya og leggur hana á goymsluna. Har kann hon so liggja avgjaldsfrí, til tann, sum skal brúka hana, fer eftir henni. Tá so er, verður tað brúkarin, sum loysir vøruna út, og innflytarin ella seljarin, sleppur undan tí pappírsarbeiði sum stendst av at tollgreiða vøruna og síðan selja hana aftur.

Frígoymslan kann eisini koma teimum til góðar, sum ikki hava nógv goymslupláss. Har ber til at hava vøruna liggjandi ótollgreidda í upp til trý ár.

Møguleikin fyri frígoymslum hevur verið til staðar eina tíð, men eingin hevur tó tikið stig til hetta, fyrr enn nú, Eimskip hevur sett eina slíka á stovn.

Tað krevur tó, at ávísar reglur verða hildnar, um ein skal hava eina frígoymslu. Loyvi skal fást bæði frá Landsstýrinum og Toll- og Skattstovuni. Toll- og Skattstovan hevur eftirlit við tí, sum kemur og fer um eina slíka goymslu.