Eimskip hevði risahall

Íslendska flutningsfelagið Eimskip hevði eitt hall á 300 milliónir krónur í fyrsta ársfjórðingi í roknskapinum. Nú verður arbeitt við at endurreisa felagið fíggjarliga - Flutningsvinnan hevur tað trupult í løtuni, og tað sæst aftur í okkara úrsliti. Vit høvdu roknað við einum halli, men úrslitið fyri bingjuskipini var verri, enn vit høvdu roknað við, sigur Gylfi Sigfússon, stjóri í Eimskip.

Roknskapurin fyri november, desember og januar vísti eitt hall á heili 300 milliónir krónur.

Eimskip er illa fyri fíggjarliga, og í løtuni verður arbeitt við at finna eina loysn á fíggjarligu trupulleikunum hjá felagnum. Eimskip roynir at selja ein part av sínum virksemi í Norðuramerika, og stjórin í Eimskip roknar við, at felagið kemur fyri seg aftur.

- Málið er at hava funnið eina varðandi loysn í juni, og tá vóna vit, at Eimskip er styrkt fíggjarliga og er væl fyri at halda fram við sínum virksemi, sigur Gylfi Sigfússon, stjóri í Eimskip

Faroeship í Føroyum er dóttirfelag hjá Eimskip.

- Vit eru partur av roknskapinum hjá Eimskip, men vit liva nokk so nógv okkara egna lív her í Føroyum við okkara egnu fígging, sigur Johanna á Bergi, stjóri í Faroship.

Og tey hava longu gjørt tillagingar eftir vánaliga úrslitið hjá Eimskip í 1. ársfjórðingi.

- Vit fingu eina nýggja siglingarætlan 1. mars, og hon er gjørd fyri at optimera okkara rakstur, og vit halda, at siglingarætlain er ein stórur fyrimunur fyri okkum, sigur Johanna á Bergi.