Svavar Ottosson, stjóri í Eimskip sigur, at talan er um eina roynd. Norðuramerikanski marknaðurin er vorðin støðugt meira áhugverdur fyri føroyskan laks serliga, og tí royna flutningsfeløgini at gera, hvat tey kunnu fyri at fáa fiskin skjótt og væl fram til brúkaran bæði á meginlandinum og longur burturi.
Í dag verður laksurin til Amerika fluttur við flogfari og skipi. Men av tí at farið verður um Rotterdam, áðrenn lagt verður um Atlantshavið, ganga 15 til 17 dagar, frá tí at laksurin er farin úr Føroyum, til hann er frammi hinumegin Atlantshavið. Tað er hetta sum Eimskip vil hava broytt, og kemur Selfoss á Havnina sunnudagin eftir fyrstu lastini av aldum laski og eisini øðrum fiski so sum toski. Talan er fyri tað mesta um ísaðan aldan laks men eisini frystur fiskur fer við skipinum. Av tí at tað verður siglt beinleiðis tekur túrurin til Argentia í New Foundlandi bara einar 5-6 dagar. Lagt verður eisini at nærhendis Halifax í Nova Scotia og í trimum amerikonskum býum, Boston, New York og Norfolk.
Sosialurin skilur, at alarar kunnu vænta sær væl hægri prís í USA, nú fiskurin kann flytast nógv skjótari til marknaðin. Teir, ið flyta fiskin til Norðuramerika, eru Faroe Seafood og alarar, sum sjálvir selja laksin.